Marknaðartillaging
Place (P. 3)
203
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Rákið í Danmark er, at alsamt fleiri tílíkir handlar síggja dagsins ljós,
og ikki bara matvøruhandlar, men eisini handlar í øðrum handils-
greinum. Handilsgrundarlagið, sum tað kundi verið í lágpríshandli,
er umrøtt frammanfyri. Við tílíkum konsepti ella eftir slíkum leisti
er lítil ivi um, at eingin matvøruhandil er í Føroyum, ið lýkur allar
nevndu treytir. Viðmerking er, at í summum stórhandlum og miðal-
handlum fæst úrval av lágprísvøru.
Handilseyðkenni bara leiðbeinandi
Nomið er við, at marknaðarviðurskiftini, vørugrundarlagið og aðrar
viðkomandi umstøður verða støðugt broyttar. Tískil verða handils-
eyðkenni bara leiðbeinandi, og tí er fyrivarni ein fyritreyt, tá ið smá-
sølur og smásølueyðkenni verða umrødd. Nýggjar vørur og vøru-
snið og eisini aðrir søluhættir elva handilsmonnum til nýggj handils-
hugskot og fær teir at royna óroyndar leiðir í kappingini. Og ikki at
gloyma alsamt vaksandi handilin á internetinum.