Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
212
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
At leisturin ella ásurin hevur hetta stigskipaða skap, er grundað á, at
bara heilt fáar lýsingar, ið elva til forvitni, hava við sær, at fólk gerast
virkin og keypa.
Sannroynd er kortini, at í minsta lagi tvær grundir eru fyri, at fólk
lesa lýsingar. Onnur er sum tilskilað vanligt forvitni, kanska tí at
lýsingin á einhvønn hátt er forvitnislig. Hin grundin er nógv tengd at
loyndartørvi. Brúkarin vil hava meira at vita um tað, sum hann fyrr
ella seinni ætlar sær at keypa ella kundi hugsað sær at keypt, verða ráð
og umstøður til tess.
Við øðrum orðum sagt at keypshugurin veldst nógv um, hvar
brúkarin ella keyparin er staddur á ásinum. Eru til dømis bildekkini
uppslitin og tangin tómur, noyðist brúkarin at gerast virkin, ætlar hann
framhaldandi at brúka bilin.
Lýsingaleisturin AIDA
Forvitni • Áhugi • Tokki • Virkni
Attention • Interest • Desire • Action
• Ásurin ímyndar stigvísu mannagongdina.
Leisturin í verki
Í fyrsta lagi ræður um at gera fólk forvitin. Hetta kann verða gjørt
við onkrum óvanligum tiltaki í lýsingini. Ein serlig mynd, yvirskrift,
tekstur ella tílíkt, kann fáa fólk at forvitnast.
Í øðrum lagi eigur ein góð lýsing at vekja og varðveita áhugan hjá
fólki. Tað er tí umráðandi á hesum stigi, hvussu væl lýsingin er smíðað
og annars hugtekur við teksti, litum og myndum. Um áhugin stendur
við ella ikki, veldst nógv um lýsingatilboðið og tørv brúkarans.
Í triðja lagi verða umrøddir vørueginleikarnir: nytta og fyrimunir.
Ætlanin er nú at eggja til sertokka hjá væntandi keyparum, fáa teir at
taka undir við vøruni og soleiðis elva til, at teir taka av tilboði.
Í fjórða lagi verður sagt frá, hvar vøran fæst til keyps, ella verður til-
skilað, hvar meira fæst at vita um vøruna ella tænastuna. Snøgt sagt
skal lýsingin fáa fólk at lætta sær á og fáa tey at keypa.
Helst er óneyðugt at viðmerkja, at fleiri lýsingastovur eru, ið átaka sær
at gera lýsingar fyri handilsvinnuna. Tað er heilt vanligt, at handlar og
onnur virki leita sær serkøna hjálp at smíða lýsingar.