Marknaðarlæra - page 221

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
221
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
(framhald)
Gløgt er gestsins eyga
Í hesum PR-tíðum verða okkara fjølmiðlar lisnir og endurgivnir uttanlands.
Tað verður lurtað eftir okkara politikarum, eins og lurtað verður eftir øllum
føroyingum, sum eru, og sum ferðast uttanlands, og harafturat skulu vit minnast
til orðatakið “ gløgt er gestsins eyga”.
Øll eru landsins sendiharrar
Tað er tí umráðandi, at bæði fjølmiðlar, politikarar og fólk annars geva sær
gætur tann týdning, tað hevur fyri okkara land, at umtalan uttanlands er
konstruktiv og uppbyggjandi, eins og gestir, sum henda vegin koma, fara av
stað aftur við einari positivari og góðari ávirkan. Vit eru øll landsins sendi-
harrar og hava tí skyldu at lata heimin vita, at her veruliga býr eitt gott fólk í
einum góðum landi.
Økt samskifti
Tað skal ikki verða komið inn á her, men tað góða sambandið - ferðasambandið,
telefon, telex, telefax, teldusamband, o.s.fr., har øll fólk so lættliga kunnu røkka
hvørt øðrum at kalla allar staðir á jørðini og soleiðis kunna seg um at kalla alt
eftir stuttari tíð - er óiva høvuðsorsøkin til ta PR - øld, vit liva í.
B.D.
1...,211,212,213,214,215,216,217,218,219,220 222,223,224,225,226,227,228,229,230,231,...286
Powered by FlippingBook