Marknaðarlæra - page 231

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
231
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypari kann fáa meira at vita um vøru og vørunýtslu, garanti, keyps-
treytir og annað, og seljari hevur ofta møguleika at sýna vøruna fram
og vísa á fyrimunir og nyttu. Hann kann leiðbeina og ikki minst ávirka
keyparan við sínum serkunnleika, vísa aftur møguligum atfinningum.
Av hesum skilst, hvønn týdning eginleikar og medferð seljarans hava.
Grundarlagið í øllum søluarbeiði er at koma fram á veruliga tørvin hjá
viðskiftafólki og soleiðis á røttu vøruna. Seljarin leiðbeinir eisini um
vørunýtslu, er tað neyðugt.
Persónlig søla hevur til endamáls, at viðskiftafólk verða nøgd við vøru og
tænastu og framhaldandi vilja keypa frá tær.
Eginleikar seljarans
Sum viðskiftafólk eru vit varug við týðandi leiklutin, ið seljarin
hevur. Eingin ivast í, tá ið serkøn og dugnalig fólk avgreiða og ganga
til handa, og eingin ivast heldur í, tá ið avgreiðslan er vánalig og líka-
sælan valdar. Fólk flest vita eisini við sær sjálvum, at kynstur er at
vera viðskiftafólk.
Neyva samskifti aftur og fram ímillum seljaran og keyparan setur
serlig krøv til eginleikar seljarans. Keyparin kann verða ótolin, hava
skund, vera ótryggur, kanska tigandi ella tosa nógv. Dugnaligi seljarin
lagar seg í hvørjum einstøkum føri eftir atferð og sinnalagi keyparans.
Góði seljarin hevur eisini holla søluvitan og gott skil fyri tí, ið hann
fæst við og selur.
Innliving og ágrýtni
Serstakliga tveir eginleikar eru umráðandi fyri seljara. Eginleikarnir
eru innliving og ágrýtni. Innliving er at liva seg inn í viðurskifti
keyparans og evnini at skilja hann og tað, ið hann vil. Ágrýtni er at
vera virkin í starvinum og áhaldandi miða eftir at fáa góð søluúrslit.
Ávís javnvág eigur kortini at vera millum ágrýtni og innliving. Er
ágrýtni og framfýsni at selja í meira lagi, kann seljarin lættliga gloyma
støðu keyparans. Tað kann hava við sær, at keyparin kennir seg illa
viðfarnan og kanska kroystan at keypa meira, enn hann upprunaliga
ætlaði, men so er ivingarsamt, um hann kemur aftur at keypa frá tær.
Er innlivingin í meira lagi, kann tað elva til, at hugnaprát og annað
óviðkomandi verður í meira lagi. Seljari kýtir seg at vera til vildar
og hevur lyndi til at gloyma sítt seljarayrki. Sjáldan spyrst nógv søla
burtur úr slíkum. Seljarar sum hesir eru ofta ódrúgvir og eru sjáldan
leingi í starvi.
1...,221,222,223,224,225,226,227,228,229,230 232,233,234,235,236,237,238,239,240,241,...286
Powered by FlippingBook