Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
227
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Avgerð
Summir seljarar hava viðhvørt ilt við at sannføra keyparan og fáa
hann at keypa. Gongd leið er tá, at seljarin tekur saman um nyttu og
fyrimunir, ið vøran hevur. Hann fær viðskiftafólk at taka undir við
grundgevingum sínum og fær soleiðis beint burtur ivamál. Ofta er tað
júst tað, ið keyparin vil og sóknast eftir.
Er viðskiftafólk framvegis í iva, ber til at spyrja um viðkomandi vil
hava vøruna. Seljarin eigur ikki at vera ágangandi, men seta spurningin
ta røttu løtuna. Tá ið hesin spurningur er settur, eigur seljarin at
tiga og lata viðskiftafólk tala. Sølusnildirnar eru mangar og mangan
tølandi, men seljarayrki líkist kortini nógv handverki: Tað kann lærast,
og hann vinnur, ið er tolin og reiðiligur.
Eykasøla og ískoytisvøra
Eykasøla sipar til, at seljarin av sínum eintingum fær fólk at keypa
meira, enn tey upprunaliga ætlaðu. Ofta er eykasøla natúrligt fram-
hald í sølugerðini, men seljarin eigur avgjørt ikki at noyða nakað upp
á keypara. Tað ger meira ógagn enn gagn.
Handlar, ið selja til dømis tøkniliga útgerð til handverk og annað, selja
ofta henta ískoytisvøru. Er ískoyti beinleiðis til vøruna, er rætt og skila-
gott, at seljarin ger vart við tað, og hann veit væl, nær tað sømir seg at
minna fólk á eykavøru og ískoytisvøru.
Seljarin kunnar um, at eykaútgerð fæst til keyptu borimaskinuna. Hann
minnir á penslar, hevur keypari keypt máling. Hann viðmerkir, at júst
nú verður lýst við tilboðsvøru, og hann spyr hóvliga, um keyparin
hevur hug at síggja nýggju slipsini, ið hóva til keyptu skjúrtuna.
Verður rætt atborið, fegnast keyparin um ískoytisvøruna ella eyka-
vøruna, tí hon gagnar honum. Seljarin fegnast, tí hann selur meiri, og
sølukostnaðurin veksur heldur ikki, og tað gagnar handlinum.
Seljari og eykasøla
• Minnir á, at eykaútgerð fæst
• Tilskilar, at nú verður lýst við tilboðsvøru
• Kunnar um nýggja vøru
Klagur og avtalur
Fleiri grundir kunnu vera fyri, at keypari er ónøgdur við vøru ella
tænastu og tí klagar. Vanligar klagur eru um vørubrek, skortandi og
skeiva vøruupplýsing. Tílík mál eru álvarsom bæði fyri keypara og
seljara og eiga tí at verða viðgjørd til lítar.