Marknaðarlæra - page 229

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
229
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tænasta í smásølu
Tænasta í smásølu veldst nógv um handilsgrein og vøruslag, og um
virksemið sum heild er nógv grundað á tænastu. Hesar tænastur eru
tær eyka- ella hjáveitingar, ið standa viðskiftafólki í boði, tá ið tey eru
til handils. Reglan er, at veitingarnar eru vøruni óviðkomandi, og at
viðskiftafólk gjalda ikki beinleiðis fyri slíkar tænastur.
Seinastu árini hevur tænasta verið nógv umrødd sum eitt muna-
gott kappingarráð. Nógvir handlar leggja nógva orku og pening í at
veita góða og fjølbroytta tænastu. Við fjølbroyttari tænastu vænta
handlarnir at fáa fleiri fólk á gátt.
Annað rákið er, at lágpríshandlarnir skera burtur nógvar hjáveitingar.
Eina mest av hesum ávum eru júst hesir handlar kappingarførir,
stendur kappingin um vøruprísin.
Tænasta burturav er óítøkilig og vøruni óviðkomandi, er felagsheiti fyri
hjáveitingar, ið standa viðskiftafólki í boði.
Tænasta ikki ókeypis
Tað kostar ikki einki at gera upplýsandi og sølufremjandi tilfar, veita
serkøna hjálp, koyra vøru út til viðskiftafólk og annað tílíkt. Eisini
er skilligt, at lágprísir og fjølbroytt tænasta er lítið sambæriligt og tí
ivingarsamt og torført handilsgrundarlag. Av hesum skilst, at hóast
viðskiftafólk ikki beinleiðis rinda fyri hjáveitingar, so eru tílíkar tæ-
nastur ikki ókeypis fyri handilin og síggjast tí aftur í vøruprísunum.
Tænasta í smásølu
• Tænasta undan søluni
• Tænasta samstundis
• Tænasta eftir søluna
Tænasta undan søluni kann til dømis vera, at handilin stendur væl fyri
og er árendur. Viðskiftafólki dámar eisini væl, at ferðsluumstøður og
parkeringarviðurskifti eru væl skipað í nánd ella í grannalagi.
Tað eigur umframt at vera høgligt at tjóðra hundar og seta súkklur frá
sær. Har tað er neyðugt, eiga hóskandi keypskurvar og keypsvagnar
at vera tøkir. Tey, ið sita í koyristóli, eru fegin um, at eisini tey lættliga
sleppa framat.
Tænasta samstundis er, at handilin sum heild er hugnaligur, og lætt
er at líta seg í kring. Aðrar veitingar eru til dømis, at vøra er løtt at
finna, lættliga atkomilig, prísur lættur at lesa, og at onnur viðkomandi
kunning er tøk.
1...,219,220,221,222,223,224,225,226,227,228 230,231,232,233,234,235,236,237,238,239,...286
Powered by FlippingBook