Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
223
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tær fyritøkur, ið soleiðis stuðla, miða eftir meiri samhandli og sam-
starvi við keyparar sínar. Átøkini kunnu eisini forða nógv fyri, at
kappingarneytar lættliga sleppa framat at selja vørur sínar.
Sales promotion, ið dugnar nýtarum
Sales promotion er eisini tiltøk, ið beinleiðis upplýsa og dugna
brúkarum. Umframt tilboð, útgjaringar- og egningarprísir, ið er
vanligt í nýtarakeypi, er annað virksemi, ið áminnir og stuðlar upp
undir keypshugin og virkisímyndina.
Dømi um átøk
• Vøruroyndir
• Reklamugávur
• Keypsstevnur
• Framsýningar
• Kappingar og eydnuspøl
Vøruroyndir og reklamugávur
Vøruroyndir verða brúktar av og á, tá ið nýggj vøra kemur á mark-
naðin. Stuðlaðir av virkjum og heilsølum skipa handlar og virki fyri
at flýggja út ókeypis vøruroyndir, til dømis ymiskar smakkiroyndir,
eitthvørt til kropsrøkt, góðgæti og annað. Fólk taka vanliga væl undir
við tílíkum framferðarhátti.
Tey fáa høvi til at smakka ella royna eina nýggja ella nýkomna vøru,
og tað fyri einki. Okkurt smávegis, ið verður latið ókeypis, kann
soleiðis loypa brell á fólk og fáa onkran teirra at gerast trúgvan
keypara.
Summar fyritøkur geva viðskiftafólki áprentaðar reklamugávur.
Endamálið er at minna tey á tað, sum fyritøkan umboðar. Áprentini
eru javnan eyðkennismerki og fyndug slagorð. Alskins lutir, mest
smálutir, verða brúktir til slík endamál, pennar, álmanakkar, keppar,
lyklaringar, tendrarar, øljørn og annað mangt. Virki og handlar eru, ið
burturav átaka sær at gera og útvega reklamugávur.
Framsýningar
Keypsstevna ella sølustevna kann verða lýst sum framsýning og vøru-
søla avmarkaða tíð á ávísum stað. Tílíkar stevnur eru rættiliga fjøl-
broyttar og hava ymisk endamál. Stigtakarar í handilsvinnuni kunnu
til dømis vera virki og heilsølur, ið bjóða viðskiftafólki og øðrum á-
hugaðum at koma á gátt.
Viðhvørt eru smásølur á tílíkum stevnum, og tá er opið fyri
almenninginum og øðrum áhugaðum. Ítróttahallir í Havn og aðra-
staðni í landinum eru ofta karmar um slíkt virksemi.