Marknaðarlæra - page 218

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
218
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Reiðilig og reglulig kunning um viðkomandi virksemi í virkinum
fremur umdømið. Gott umdømi er altíð umráðandi fyri eitt og hvørt
virki. Tað verður tí lagt nógv fyri í strembanini at røkka einum slíkum
endamáli. Virksemið eigur at verða lagað til ásettu umhvørviskrøvini,
uttan at slaka dygdina á tí, ið virkið ger. Setningurin er at stuðla
uppundir og styrkja virkisímyndina við ymiskum tiltøkum.
Dømi um tiltøk
• Kunningardeild
• Fjølmiðladeild
• Virkisvitjan
• Sponsorvirksemi
Tað er sjáldan her á landi, at virki seta á stovn kunningardeild, ið
burturav skal kunna almenningin um viðkomandi mál og átrokandi
spurningar. Hetta eru harafturímóti týðandi tænastur, ið land og
kommunur hava um hendur. Tó so, vanligt er, at stórvirki, peninga-
stovnar, handilsvirki og ídnaðarvirki, hava eina marknaðardeild, ið
eisini fatar um PR og kunning.
Fjølmiðlasamstarv og virkisvitjanir
Samstarv millum virki og fjølmiðlar er heilt vanligt. Samstarvið fevnir
javnan um tíðindaskriv og tíðindafundir. Tíðindaskriv verða send fjøl-
miðlum til kunningar, og á tíðindafundi verða miðlarnir stevndir til
fundar. Kunningin er sum oftast skrivlig.
Summi virki hava ta skipan, at fólk kunnu koma á virkið og síggja
virksemið, ið har er. Eitt av hesum virkjum er MBM. Nógvir skúla-
flokkar og onnur við hava verið á gátt, síðani virkið byrjaði í 1982. Tá
ið fremmand tignarfólk koma at vitja í Føroyum, er eisini heilt vanligt,
at skipað verður fyri virkisvitjanum.
Viðhvørt er torført at síggja mun á reklamu og PR. Reklama er
ætlað til at fáa fólk at keypa, kann verða ágangandi, men er ikki altíð
álítandi. PR hevur eina mest til endamáls at stuðla upp undir virkis-
ímyndina og kunnar tí meira um virkið og virksemi tess. Tí gevur PR
sum oftast størri álit millum fólk enn reklama. Vit minna á, at sam-
bært orðingini í allýsingini verður miðað eftir: at fáa ókeypis umtalu,
ið fremur umdømið.
Personal Relations
Viðurskifti, ið ráða innanhýsis millum virki og starvsfólk, verða nevnd
Personal Relations. Hesar umstøður innanhýsis sipa til tað ummæli,
tað verið seg gott ella ringt, ið starvsfólk geva arbeiðsplássi sínum.
1...,208,209,210,211,212,213,214,215,216,217 219,220,221,222,223,224,225,226,227,228,...286
Powered by FlippingBook