Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
217
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Public Relations
og Personal Relations
Bæði hugtøkini Public Relations og Personal Relations verða sum
oftast stytt til PR. Styttingin er sum skilst tvískild og sipar annað-
hvørt til viðurskifti uttanhýsis (Public) ella til viðurskifti innanhýsis
(Personal). Grundleggjandi fatar PR um tey átøk, sum virki og feløg
seta í verk, og sum hava til endamáls at vinna góðvild.
Alment kann verða sagt, at tað, sum ræður fyri góðvildini, er vøran
ella tænastan, ið virkið ella stovnur ger og umboðar. Men vøran og
tænastan ráða kortini ikki púra einsamallar fyri góðvildini. Tað hevur
eisini týdning, hvussu tað eydnast einum virki at marknaðarføra eina
veiting, og á hvønn hátt áhugabólkar skilja ein PR-boðskap og taka
undir við honum.
Dømi um áhugabólkar
• Starvsfólk
• Viðskiftafólk
• Almenningur
• Fakfeløg
• Parthavarar
• Lánveitarar
Public Relations
Sum tilskilað sipar Public Relations til tær umstøður, ið valda uttan-
hýsis millum virki og almenning, ella rættari sagt: Hvussu er tað
skoðsmál, sum umheimurin gevur virkinum. Átøk ætlað til at stuðla
upp undir umdømið í umheiminum kunnu soleiðis verða skrásett sum
Public Relations tiltøk.
Fyri einstaka virkið er sjálvandi umráðandi at hava gott orð á sær, og
at virksemi tess er væl umtókt. Tað ræður tí um, at ætlað PR-tiltøk
verða gjølla umhugsað, áðrenn tey verða sett í verk. Ógreiður ella
illa umhugsaður boðskapur kann lættliga føra til misskiljingar, og
svikalig vøra ella tænasta kann elva til óvild, tað øvuta av góðvild.
Public Relations er at kunna miðlar, stovnar og einstaklingar um við-
komandi mál við tí í hyggju at fáa ókeypis umtalu, ið fremur umdømið.
Við ymiskum áhugaverdum tiltøkum og á ymiskan hátt verða áhuga-
bólkar kunnaðir um hendingar og broytingar í virkinum. Virkini vilja
soleiðis ávirka og fremja góðvild uttanhýsis fyri virki, merki, vøru ella
tænastu. Tey kunnu til dømis kunna um slíkar hendingar, sum fólk taka
undir við, eitt nú at fólk verða sett í starv ella leggja uppfyri óhepnum
hendingum, at fólk verða søgd úr starvi.