Marknaðarlæra - page 219

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
219
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað er einki at taka seg aftur í, at trivnaður og tryggleiki á arbeiðs-
plássinum eggjar til betri arbeiðsavrik. Eru fólk errin av arbeiði og
starvi sínum, vilja tey gjarna siga øðrum frá hesum. Á tann hátt
spjaðast góð tíðindi um virki.
PR - tiltøk
• Starvsfólkablað
• Útferðir
• Virkisítróttur
• Útbúgvingartilboð
• Veitslur og gávur
Góðu tíðindini smitta av á virkisumdømið, og tað, ið annars er í kjalar-
vørrinum á góðum umdømi. Flest allir arbeiðsgevarar eru varir við
hesi viðurskifti og vita um, at skilagott samstarv við starvsfólk og
onnur avvarðandi fremur umdømið.
Personal Relations eru tey viðurskifti, ið ráða innanhýsis millum starvsfólk
og leiðslu.
Sponsorvirksemi er PR tiltak uttanhýsis
Sponsorvirksemi er sum mong onnur viðurskifti nógv knýtt at
búskapargongdini í samfelagnum og hevur seinnu árini tikið seg nógv
fram. Hugtakið stavar frá enskum máli og sipar til, at virki, handlar og
onnur stuðla fólki ella felagi á ymiskan hátt. Til dømis eru føroysku
peningastovnarnir rættiliga virknir á hesum øki.
Sponsoriltøk
• Skelti á vøllum og í høllum
• Lýsingar
• Prent á búnar og útgerð
• Gávur
• Stuðul til fjølmiðlasendingar
Tílíkur stuðul kann vera fíggjarligur, til dømis at fólk og feløg pe-
ningaliga stuðla ymiskum hjálparfelagsskapum. Stuðulin kann eisini
vera tilfarsligur, og virki gjalda ítróttarbúnar og aðra útgerð. Virkini
ella sponsorarnir vænta afturfyri stuðulin, at navn teirra og búmerki
er sjónligt á búnum, plakatum ella øðrum.
Spákingartúrur á stadionøkinum í Gundadali vísir frálíka væl spon-
sorvirksemi í verki. Húsaveggir, girðingar og annað er avtaglað við
lýsingum, og tá ið ítróttakappingar verða vístar í sjónvarpinum, verður
áskoðarafjøldin fleirfaldað, og sponsorarnir gerast soleiðis upp aftur
sjónskari og fegnari. Eurosport er frálíkt dømi um slíkt virksemi.
1...,209,210,211,212,213,214,215,216,217,218 220,221,222,223,224,225,226,227,228,229,...286
Powered by FlippingBook