Marknaðarlæra - page 220

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
220
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sponsorvirksemi er, tá ið fólk og feløg á ymiskan hátt stuðla einhvørjum
gagnligum virksemi ella endamáli.
Birgir Danielsen, sáli, skrivaði áhugaverda grein um Public Relations
og tann týdning, ið PR hevur fyri land okkara. Hóast greinin varð
prentað í 1987, so er hon framvegis viðkomandi.
Birgir Danielsen um PR
Public Relations
Public relations ella PR, sum tað vanliga verður kallað, hevur ein ómetaliga
stóran samfelagsligan týdning, ein týdning, sum neyvan nakar hevði droymt um
fyri bert heilt fáum árum síðani. Tað kunnu vera nógvar orsakir, sum gera hetta.
Arbeiðsdagurin broytist
Tað er neyvan stórt meir enn 15 ár síðani, at tú mátti vera á skrivstovuni fyri kl.
8.00 á morgni, skuldi tú gera tær vónir um í telefonini at hava samband norður
til Klaksvikar tann dagin, ikki at tala um, hvussu torført tað var gjøgnum telefon
at fáa fatur á viðskiftafólki í útheiminum.
Øktur samhandil
Stórhendingar eru tey seinastu árini farnar fram í Føroyum innan samskifti bæði
innanoyggja og við útheimin. Eitt av teimum positivu úrslitunum fyri land okkara
er ein munandi øktur samhandil við útheimin, eitt úrslit, sum vit hava lagt árar í
sjógv at føra okkara vøru fram á marknaðin.
PR stóran týdning
Í hesum arbeiði hevur PR havt alstóran týdning. Nú verða gjørd sum ongantíð
áður: myndir, filmir, bøkur, faldarar, sjónbond, reklamur, o.a. Framsýningar eru
um allan knøttin í øllum stórum býum, har víst verður fram alt millum himmal og
jørð. Vit í Føroyum sýna okkara besta t.d. í ítrótti. Í svimjing hava vit veruliga
nátt úrslit, vit kunnu vera erpin av. Í Guinnes bók verður sagt, at heimsins størsti
postkassi er gjørdur í Føroyum.
Nólsoyingurin Ove
Á sumri í 1986 róði ein einsamallur føroyingur tann langa teinin í 42 dagar
úr Føroyum til Langelinie, og har kysti hann ta heimskendu havfrúnna mitt á
munnin, meðan stórur partur av Keypmannahavn tók ímóti, sang og klappaði og
á henda hátt fagnaði nólsoyinginum, Ova. Bløð víða um í heiminum skrivaðu um
bragdið. Heimsins størsta blað, New York Times, brúkti tvær heilar miðsíður at
greiða frá bragdinum. Vit fingu eina umtalu, sum vit neyvan fáa aftur.
PR sum ongantíð fyrr
Vit gera PR sum ongantíð áður. Vit eru noydd til tess. Tann tíðin er farin, tá ið
hvør einstakur hevði nóg mikið við seg sjálvan. Okkara framtíð liggur í, hvussu
fólk víða um í heiminum geva sær far um okkum, hvat tey halda um land okkara
og tað, sum landið hevur at bjóða, t.d. okkara fiskavøru.
Grindadráp
Meir og meir verða eyguni uttanífrá vend móti okkum og teimum upplýsingum,
sum koma frá okkum sjálvum og frá okkara fjølmiðlum. Eitt gott dømi um hetta
eru tær atfinningar, sum eru vendar ímóti okkum í sambandi við grindadráp. Tí-
verri hava vit í bóklingum og í egnum fjølmiðlum ikki altíð verið so hepnir, sjálvt
um sigast má, at umhvørvisfelagsskapirnir ikki hava smæðst fyri at manipulera
við tí, teir hava lisið og sæð.
Fiskasøla
Tey, sum standa við fiskasølu skulu hvønn dag umboða land sítt uttanlands. Tey
skulu vekja positivar kenslur og álit hjá viðskiftafólki okkara í útheiminum. Tey
skulu kunna vísa á, at í Føroyum er samanhald, í minsta lagi í øllum fyri sam-
felagið týðandi spurningum.
framhald ...
1...,210,211,212,213,214,215,216,217,218,219 221,222,223,224,225,226,227,228,229,230,...286
Powered by FlippingBook