Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
226
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Seljarin eigur at fara til viks, um annar avgreiðir, og ikki standa
hendur í favn, men takast við eitthvørt ella látast so. Eru fólk á gátt,
eigur einki óviðkomandi prát at vera sínámillum starvsfólk, tí tílíkt
prát kann fáa fólk at halda, at sleygað verður um tey.
Tað er týdningarmikið at røkja sýnisgluggarnar væl, og at handils-
hølini eru ljós, rein og hugnalig. Øll tiltøk í handlinum eiga at miða
fram ímóti, at fólk kennir seg sum vælkomnan gest. Sannroynd er, at
hugnaligt og væl skipað umhvørvi fremur hugin at keypa.
Fyrireikandi søla
Seljarin eigur í fyrireikandi søluni at fregnast og soleiðis royna at koma
fram á tað, ið viðskiftafólk ætlar. Eru fólk ivingarsom, eigur seljarin at
seta viðkomandi spurningar og koma fram á tørv og keypsorsøk.
Spurningar sum hvat, hvussu, hvar, hvussu nógv og ofta, hjálpa væl
í sølugerðini. Tílíkir hv-spurningar fáa fólk at svara aftur. Hetta ger,
at seljarin fær meira at vita um tað, ið fólk sóknast eftir, og kann
soleiðis beina á røttu vøruna. Tað kann styrkja báðar partar í sølu-
gerðini og fremja avgerðina. Fæst vøra í fleiri prísum og dygdum, og
viðskiftafólk ivast í hesum, er grundarlagið, at seljarin leggur fyri við
vøru í miðalprísi. Tá kann hann sýna fram bæði dýrari og bíligari
vøru, sum keypari vil.
Er vøran í dýrara lagi, er umráðandi, at viðskiftafólk fær meira at vita
um vøruna og vørudygdina, áðrenn vøruprísurin verður umrøddur.
Tað kann gera fólk illa við, at seljarin leggur óneyðuga áherðslu á
søluprísin, serstakliga um keypsorsøkin er ein onnur enn tað, sum
vøran kostar.
Vørusýning
Vøruúrvalið eigur um gjørligt at vera avmarkað í vørusýningini. Ov
nógv vørusløg kunnu lættliga ørkymla keyparan. Seljarin eigur, ber
tað til, at fáa fólk at royna vøruna. Tað ger fólk virkin, og tað kann
lætta um søluna, og seljarin kann nú lættari svara atfinningum aftur.
Kemur fólk við atfinningum, er tað týðiligt tekin til seljaran, at keyps-
hugurin er ikki eiðasørur. Kanska ivast keyparin um egnan tørv og
er tí ikki púra sannførdur um vøru og vørudygd. Aðrar atfinningar
kunnu stava frá misskiljing og vantandi kunning.
Tann dugnaligi seljarin kjakast ikki við viðskiftafólk, men svarar
spurningum og atfinningum aftur blíðmæltur. Verður funnist at
prísinum, eigur seljarin sum nevnt at draga sær gagn úr vørudygdini,
tí hon ræður nógv fyri søluprísinum.