Marknaðarlæra - page 233

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
233
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Vinnur og viðskifti
Mannagongdin at fáa samband við viðskiftafólk kann vera ymisk og
valdast nógv vinnugrein. Virksemið, til dømis í smásølum, ráðgeving-
arstovum, peningastovnum og øðrum tílíkum, er oftast soleiðis háttað,
at fólk fara at hitta seljarar og ráðgevarar.
Øðrvísi er í virkjum og heilsølum. Tá fara seljarar sum oftast at hitta
væntandi keyparar og fáa teir at keypa, og teir eru soleiðis ofta og títt á
útivølli, meðan seljarar í smásølu sum oftast eru á heimavølli. Krøvini
til eginleikar seljarans eru tó meinlík, hóast uppgávur og avbjóðingar
kunnu vera ólíkar.
Setningur seljarans, at viðskiftafólk verða nøgd við vøru og tænastu,
stendur við. Umframt beinleiðis persónligt viðskifti eru til dømis
brævaskifti, telefon og ørgrynna av pallum á netinum sjálvsagdir sam-
skiftismiðlar og møguleikar á okkara leiðum.
Viðskifti í smásølu
Viðskifti er nógv tengt at avgreiðsluháttinum. Tríggjar grundleggj-
andi skipanir eru í smásølu: Skivuskipan, sjálvval og sjálvtøka. Raðið
er ikki tilvildarligt, tí at viðskiftið millum seljara og keypara er sum
oftast í mesta lagi í skivuskipan og heldur minni í sjálvvali, einføld
vøruútflýggjan tó undantikin, og í minsta lagi í sjálvtøku. Júst hesar
umstøður gera nógv av persónligar sølumøguleikar.
Avgreiðsluhættir
• Skivuskipan
• Sjálvval
• Sjálvtøka
Skivuskipan
Skivan er miðdepil í skivuskipan. Vøran verður umbiðin og seld
um skivuna. Seljarin svarar fyri, at viðskiftafólk fáa góða tænastu.
Eina mest serhandlarnir hava framvegis varðveitt hesa skipan. Góð
líkindi eru at veita góða tænastu í skivuskipan, men vansar eru.
Tílík avgreiðsla ella søla kostar smásøluni lutfalsliga nógva løn, tí at
skipanin er arbeiðskrevjandi og kann vera óhøglig. Er nógv at gera í
handlinum, kann bíðitíðin gerast í drúgvara lagi. Men har sum rein-
føri er umráðandi, verður skivuskipanin vanliga tikin fram um aðrar.
Fesk vøra, ið verður sýnd fram, tolir illa at verða handskað, tað kann
vera baksturvøra, fiskur, kjøt, viðskeri og annað, og bara starvs-
fólk sleppa fram at vøruni. Tílíkar umstøður gera skivuskipanina til
frægastu loysnina. Og tað er júst av hesum ávum, at eitt nú breyðsølan
í FK og krásadeildin í Miklagarði hava varðveitt hesa skipan.
1...,223,224,225,226,227,228,229,230,231,232 234,235,236,237,238,239,240,241,242,243,...286
Powered by FlippingBook