Virkisrakstur
241
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Søla, keyp og goymsla
Søludeildin verður í flest øllum handilsvirkjum sett frammarlaga um
ikki fremst. Einki løgið í hesum, tí sølan í virkinum er umráðandi, um
virkseminum framhaldandi skal verða lív lagað.
Í søludeildini verður ætlað um, hvussu nógvar vørur og tænastur verða
seldar ávísa tíð, og hvussu tað skal verða framt. Eisini verður ráðlagt
um sølupolitikk og onnur viðkomandi mál.
Hevur virkið til dømis sett sær fyri, at vinningurin næsta roknskapar-
ár skal vaksa upp í 1 millión krónur, verður átrokandi, at virkið lagar
virksemi sítt eftir hesum setningi. Skal sølan vaksa, skal samsvarandi
meira verða keypt og selt, og tað ávirkar sjálvsagt keypsdeild og
søludeild, umframt gjaldførið, starvsfólkatal og goymsluviðurskifti.
Størri virksemi herðir krøvini
Størri virksemi í virkinum herðir soleiðis krøvini í virkinum at sam-
skipa seg og fáa í lag einfaldari og smidligari arbeiðsgongdir. Ein
gongd leið er, at virkið setur saman og skipar deildir við einsháttaðum
virksemi til dømis goymslu-, keyps- og søludeild.
Ein avleiðing av tílíkum verksetingum verður greiðari arbeiðs-
býti. Tað er kortini ikki altíð nóg mikið at røkka ásettum setningi.
Neyðugt er, at virkið samskipar deildirnar og fær tær at samstarva
sínámillum. Starvsfólk í søludeildini skulu kunna keypsdeildina um
væntandi sølu næsta fjórðingsár ella longur fram.
Skal hetta vera sum ætlað, er avgjørt neyðugt, at keypsdeildin megnar
at keypa á goymsluna tað, sum neyðugt er. Broytta skipanin verður
soleiðis grundarlagið undir arbeiðsbýtinum í virkinum. Arbeiðið á
deildunum verður samskipað og framt so væl, sum til ber eftir um-
støðunum, ið eru viðvíkjandi starvsfólki, hølum og útgerð.
Dømi úr bókasølu
Týðandi fortreyt at fáa handil í lag er, at handilin bjóðar út tær vørur, ið
viðskiftafólk vilja hava. Ert tú til dømis bókahandlari, er umráðandi,
at eftirspurdar bøkur sum mest eru tøkar í handlinum.
Bókasøla skipar seg
Søludeild
Keypsdeild
Bókhandlari
Goymsludeild