Virkisrakstur
246
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Latingartíðin er tíðin frá vøruumbøn, og inntil umbidna vøran er
komin til høldar á goymsluni. Tað, sum fólk keypa hesa tíðina, og so
latingartíðin gera av, nær stundin er komin at bíleggja aftur. Keypa
fólk til dømis 10 eindir um dagin, og latingartíðin er 10 dagar, so ger
skipanin vart við støðuna, tá ið 100 eindir eru eftir á goymsluni.
Bíleggingarnøgd
Bíleggingarnøgdin er tann nøgd ella mongd, ið bíløgd verður í senn.
Verður lutfalsliga lítið bílagt í senn, er neyðugt at bíleggja oftari.
Vansin er, at vøra kann ganga undan viðhvørt. Verður harafturímóti
lutfalsliga nógv bílagt í senn, eru bíleggingarnar sjálvandi sjáldnari.
Vansin er, at goymslukostnaðurin veksur.
Skrásetingar verða gjørdar hvørja ferð, tilgongd er á goymsluna, og frá-
gongd er av goymsluni. Tað er alneyðugt, at hesar skrásetingar verða
gjørdar væl og virðiliga fyri sum mest at sleppa undan óneyðugum
skeivleikum og soleiðis trupulleikum.
Tað er eyðsýnt, at nevndu umstøður viðvíkjandi bíleggingum, lat-
ingartíð og nøgd eru nógv treytaðar av handilsgrein og so haldføri hjá
vøruni sum verður boðin út