Marknaðarlæra - page 251

Virkisrakstur
251
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Skrásetta tilfarið verður lisið á telduskíggjanum og kann prentast út.
Útprentini kunnu til dømis vísa sølutøl og tænastustig, bíleggingartíð
og latingartíð, prísgongd og skiftisíkøst, skiftisavkøst og goymslu-
umferð fyri ávísar vøruflokkar umframt aðrar viðkomandi skrá-
setingar.
Kassatól og kassaskipanir
Lopið er ótrúliga langt frá kontrabókini* og træskuffuni undir skivu-
ni og fram til elektroniska kassatólið ella telduna á skivuni, sum nú
er vanlig útgerð í smásølum. Tílík kassatól og útgerð eru at fáa í fleiri
støddum og kunnu verða lagað til tann tørv, ið einstaki handilin vil
hava.
Vanlig standardútgerð er, umframt regluligt peningaeftirlit, eisini
at býta søluna sundur eftir vøruflokkum, leggja saman og falda. Og
umframt verður víst, hvussu nógvur peningur skal verða givin aftur,
og hvussu nógvar avgreiðslur hava verið eina ávísa tíð. Dagførda
kunningin fæst og sæst á kassadregilinum.
Nú ber eisini til at forrita og tillaga kassaskipanir, ið hóska til ein-
støku og fjølbroyttu handilsgreinirnar. Skipanirnar hava alla vanliga
standardútgerð, men kunnu umframt goyma og skráseta nógvar upp-
lýsingar viðvíkjandi einstøku vøruni, til dømis vøruprís, vørunavn,
vøruflokk, og nær vøran skal bíleggjast aftur.
Stóru smásølunum tørvar ofta fleiri kassatól, og ber til at samskipa
og savna saman skrásetingarnar í øllum kassatólunum í eina høvuðs-
støð. Annar fyrimunur er, at allar broytingar í einstøku kassatólunum
verða gjørdar úr høvuðsstøðini. Skipanir sum hesar lætta munandi um
dagligu umsitingina. Føroya Keypssamtøka er ein av teimum smá-
sølum, ið hevur tílíka skipan. Høvuðsstøð teirra stendur á deildini í
Hoyvík.
Deildirnar í FK-samtakinum eru sjey í tali, og tær hava umvegis egnu
telduskipan samband við høvuðsstøðina. Har verða skrásetingar, sum
tilskilað, savnaðar saman og samskipaðar. Einstøku deildirnar hava
eisini umvegis telduskipan sína samband við høvuðsstøð hjá FDB í
Danmørk og kunnu soleiðis bíleggja vøru beinleiðis haðani.
Vørukotan EAN
Allarflestu handlarnir, um ikki allir, brúka nú kotulesarar. Tað, sum
fyrr var lisið við eygunum, verður nú lisið við ljóslesara. Vørukotan
EAN er stytt av navninum “European Article Number”. Tey, ið gera
vøruna, seta vørukotuna ella grindilin á.
* Roknskaparbók hjá viðskiftafólki, ið keypir upp á borg.
1...,241,242,243,244,245,246,247,248,249,250 252,253,254,255,256,257,258,259,260,261,...286
Powered by FlippingBook