Brúkaralóggáva
260
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Avtala sambært fulltrú
Fulltrú merkir, at persónur løgfrøðiliga við avtalu bindur annan persón,
soleiðis at hann fær álagt rættindi og skyldur sambært avtaluni, ið
gjørd er. Sum dømi kann verða nevnt sølumaður í bilasølu, ið selur
bilar fyri arbeiðsgevara sín. Sagt verður, at seljarin hevur starvsfulltrú.
Nógv dømi eru um, at persónur við fulltrú letur annan persón gera
avtalu sína vegna.
Aðrar meginreglur eru viðvíkjandi avtalum, og tríggjar skulu verða
nevndar: (1) Fært tú eitt tilboð, so hevur tú ikki skyldu til at svara tí.
(2) Tøgn ella óvirkni er ikki bindandi, og (3) hevur einki tap verið, er
heldur einki grundarlag at krevja endurgjald.
Er staðfest, at annar parturin hevur brotið eina avtalu, kann mót-
parturin fáa dóm í málinum og seta fram eitt ella fleiri av hesum
krøvum:
Eitt ella fleiri krøv kunnu verða sett fram
• At avtalan skal verða hildin
• At siga seg leysan av avtaluni
• At endurgjald verður kravt