Marknaðarlæra - page 263

Brúkaralóggáva
263
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hugtakið stað ella pláss hevur ikki sama týdning í øllum vinnu-
greinum. Meginregla er tó, at eitt stað ella pláss fatar um bygd ella bý
saman við økinum uttanum. Ein onnur regla er soljóðandi:
Er handil á staðnum, og er eingin skylda at bera vøruna út, so skal seljari
lata vøruna í handlinum ella um skivuna.
Skal seljari í nýtarakeypi senda keypara vøruna, er reglan, at vøran er
ikki latin, fyrr enn keyparin ræður yvir henni. Henda regla er galdandi
í fjarstøðuhandli og handli á staðnum. Seljarin hevur sostatt við fáum
undantøkum ábyrgdina av vøruni, til keyparin ræður yvir henni.
Men undantak er, tá ið fyrsta flutningsliðið er við skipi, tí tá er vøran
latin, tá ið hon fer um skerstokkin. Vanligt er í fjarstøðuhandli, at
vøran verður send haðani, ið seljarin býr. Vøran verður til dømis send
frá flutningsstøð við skipi, posti, bussi ella øðrum. Altjóða flutnings-
treytirnar Incoterms verða umrøddar seinni.
Í fjarstøðuhandli er vøran latin, tá ið sjálvstøðugt flutnigsfelag hevur tikið
við vøruni og skal flyta hana frá staðnum, har seljari býr.
Latingartíð
Keypari og seljari hava sum oftast avtalað, nær vøra skal verða latin,
til dømis ávísan dag, ella ásetta tíð ávísan dag. Av og á verður avtalað,
at vøran skal verða latin innan fyri ávíst tíðarskeið, til dømis í 2. viku
ella millum 11. og 20. í einum mánaði. Vøra skal í seinasta lagi vera á
staðnum seinasta latingardagin. Tað kemur fyri, at eingin latingartíð
er avtalað frammanundan, og tá tilskilar keypslógin, at seljarin skal
lata vøruna, tá ið keyparin krevur tað.
Latingarfreist
• Fyrst í mánaðinum (Primo)
1. - 10.
• Um miðjan mánaðin
(Medio) 11. - 20.
• Seinast í mánaðinum (Ultimo) 21. til seinasta dag
í mánaðinum
Seljari brýtur avtalu
Meira enn so kemur fyri, at avtalur verða ikki hildnar. Spurningurin
verður nú, hvat keyparin kann gera, um seljarin gongur frá avtaluni.
Grein 76 í keypslógini staðfestir, nær talan er um brek við vøru.
Greinin er formliga bara galdandi í nýtarakeypi. Sama regla kann tó
verða nýtt, skal spurningur verða greiddur í øðrum keypsslagi.
1...,253,254,255,256,257,258,259,260,261,262 264,265,266,267,268,269,270,271,272,273,...286
Powered by FlippingBook