Marknaðarlæra - page 269

Brúkaralóggáva
269
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handlar, ið hava tílíkar eyka tænastur, eiga týðiliga við skeltum ella
øðrum at boða frá, um veitingarnar eru ikki galdandi, eitt nú tá ið
útsøla er. Selur handilin heilt bíliga vøru, til dømis úr 2. skiljing og
frátiknar vørur við smábrekum, tá er sjálvsagt eingin iðranarrættur.
Niðurstøðan ella úrslitið av slíkum ivamálum verður, at vil keypari
hava vissu fyri, at hann kann bera vøruna aftur og fáa pengarnar aftur
ella býta vøruna um, so eigur hann at fáa tað váttað, tá ið hann keypir
vøruna. Keypslógin skiftir sundur keypshættirnar og skuldbindingar,
ið kunnu standast av tí.
Keypshættir
Kontantkeyp
Vøra og peningur skifta hendur um
sama mundi.
Leysaskuld
Keypari fær vøruna, áðrenn hann
rindar hana. Hann fær samstundis
ognarrættin til vøruna, hóast hann
ikki rindar hana.
Kontoskipan
Keypari fær gjaldsfreist, ið kann
verða brúkt aftur og aftur upp í ávísa
upphædd. Keypari hevur ognar-
rættin, tá ið hann fær vøruna.
Undangjald
Keypari rindar allan keypsprísin ella
partar av honum, áðrenn hann ræður
yvir vøruni.
Sáttmálakeyp
Keypari og seljari sáttmálabinda
seg. Um seljari treytar sær ognar-
fyrivarni, so hevur hann rætt til
at taka vøruna aftur eftir serligum
reglum.
Keypari hevur ikki ognarrættin til
vøruna og hevur sostatt ikki loyvi
at selja ella geva hana, fyrr enn
øll vøran er goldin. Hann hevur
umframt skyldu til at fara væl um
vøruna.
Sivilkeyp ella borgarligt keyp
Sivilkeyp er sum nevnt handil millum einstaklingar, og tað, sum keypt
verður, brúkar ein sjálvur. Hóast keypslógin fatar um tílík viðurskifti,
so eru reglurnar í nýtarakeypi ikki galdandi í sivilkeypi. Tí hevur
keyparin ikki tey rættindi, sum hann annars hevur, tá ið hann keypir
í smásølu.
Tí er umráðandi at vera umhyggin, áðrenn handlað verður. Er handlað,
er torført at koma afturumaftur og skáka sær undan, um ósemja er.
Borðið fangar. Ráðini eru at lata dómsvaldið gera av tvídráttin, og tað
er ein heilt onnur og drúgvari søga.
1...,259,260,261,262,263,264,265,266,267,268 270,271,272,273,274,275,276,277,278,279,...286
Powered by FlippingBook