Marknaðarlæra - page 268

Brúkaralóggáva
268
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Gjaldshættir og aðrar treytir
Gjaldshættirnir snúgva seg í høvuðsheitum um, nær og á hvønn hátt
vøra verður goldin. Teir eru í trimum pørtum og kunnu verða lutaðir
sundur soleiðis:
Gjaldshættir
• Undangjald
• Samstundis
• Seinni
Summir útvegarar krevja undangjald, áðrenn teir senda vøruna til
móttakaran. Hetta er vanligt í handilskeypi, men sæst eisini í nýtara-
keypi og sipar til, at vøra verður ikki flýggjað út ella send, uttan so at
hon er goldin frammanundan.
Vøra, ið send verður við eftirkravi, verður goldin undan móttøku.
Kontant ímóti skjølum merkir, at keyparin rindar vøruna annaðhvørt
í banka ella á posthúsi og fær síðani útflýggjað farmabræv og onnur
neyðug skjøl.
Nógv tann vanligasti gjaldshátturin í nýtarakeypi er sum kunnugt
kontant keyp ella kontant søla, og vøra og peningur skifta hendur.
Hugtakið kontant kann tó hava víðari týdning í handilskeypi.
Hugtakið kontant
• Kontant t.d. í 8 dagar merkir, at kontantprísurin er galdandi í 8 dagar
• Ekstra kontant merkir peningin í hondina
• Netto kontant merkir, at vøruprísurin er netto, og eingin avsláttur er
Vøra kann verða goldin seinni og eftir vørumóttøkuna. Sum oftast
áseta útvegarar ella vørulatarar gjaldstreytirnar, ið eru rættiliga
ymiskar. 20 ella 30 dagar netto merkir til dømis, at gjaldsdagarnir
eru 20 ella 30 dagar eftir, at vørurokningin er dagfest, og hesi nevndu
tíðarskeiðini verður vanliga eingin renta roknað.
Eingin sjálvsagdur iðranarrættur
Tað man vera vanlig misskiljing, at viðskiftafólk halda seg hava
iðranarrætt. Undir vanligum umstøðum er ein handil ein handil, og
vendist sjáldan ella illa aftur, tá ið keypsavtalan er gjørd.
Summir handlar hava kortini skipanir, ið kunnu lætta um hjá við-
skiftafólki. Tað kann vera at bera vøruna aftur, áognarseðil, ella at
býta vøruna um við aðra vøru. Rættindi keyparans eru ikki tilskilað í
lógini, og eru tí eingin sjálvsagdur rættur. Tað eru handlarnir, sum av
sínum eintingum bjóða viðskiftafólki hesar tænastur.
1...,258,259,260,261,262,263,264,265,266,267 269,270,271,272,273,274,275,276,277,278,...286
Powered by FlippingBook