Brúkaralóggáva
262
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eingin vissa er fyri, at keypari og seljari hava somu fatan av, hvat
vørudygd er. Tí verða dygdirnar av og á flokkaðar fyri at forða fyri
óneygum misskiljingum. Til dømis verður laksur flokkaður í superior,
ordiner og sekunda. Aðrar flokkingar eru til dømis 1. 2. og 3. skiljing.
Týðandi skyldur seljarans:
Seljari skal lata vøruna sum avtalað er: í rættari nøgd og dygd, fyri rættan
prís, á røttum stað rættstundis.
Tað er ikki óvanligt í nýtarakeypi, at tú fekst ikki tað, sum tú bí-
legði ella baðst um, og er hetta ein týðilig áminning um, at keypari og
seljari eiga at gera greiðar avtalur sínámillum. Sum oftast eru vøru-
prísir tilskilaðir í príslistum ella øðrum vøruyvirlitum, men av og á
eru ivamál.
Er einki avtalað um vørudygdina, so hevur seljarin sambært keypslógini
skyldu til at lata góða miðaldygd, og er eingin prísur avtalaður, so hevur
keyparin skyldu til at gjalda tað, sum seljarin leggur á, tó ikki órímiliga
høgan prís.
Á røttum stað rættstundis
Tað er týdningarmikið, at partarnir eru samdir um, hvar latingarstaðið
er. Sagt verður, at vøran er latin, tá ið hon er á latingarstaðnum, men
keypari ræður ikki altíð yvir vøruni, tá ið hon er har. Verður vøra
innflutt úr útheiminum, kann hon verða latin eitt nú á posthúsi ella
pakkhúsi, í ávísum havnarbýi ella flogvølli á meginlandinum. Lating-
arstaðið í smásølu er um kassaskipanina ella skivuna.
Seljari hevur ábyrgd av vøruni fram til latingarstaðið, ið avtalað er.
Seljarin kann ikki krevja, at keyparin rindar fyri vøruna, verður hon
skadd ella brotnar ávegis. Keyparin tekur við ábyrgdini á latingar-
staðnum, og tað merkir, at hann skal gjalda vøruna, verður hon til
dømis oyðiløgd beint eftir, at hon er latin. Støðan er í báðum førum
tann, at vøran ferst av hendingum, ið hvørki seljarin ella keyparin
kunnu svara fyri.
Latingarstaðið verður soleiðis eitt vegamót, har vøran og vágin skiftir frá
seljara til keypara.
Plásshandil og fjarstøðuhandil
Keypslógin skilur ímillum handil á staðnum og fjarstøðuhandil.
Handil á staðnum, eisini nevndur plásshandil, er, tá ið keypari og
seljari búgva í sama bústaðarøki, í bygd ella bý. Búgva partarnir ikki
á sama staði ella plássi, er talan um fjarstøðuhandil.