Marknaðarlæra - page 257

Brúkaralóggáva
257
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Avtalulógin
Lítið verður hugsað um lógir og reglur, tá ið umstøðurnar eru til
vildar, men sum kunnugt: Eingin veit á morgni at siga, hvar hann á
kvøldi gistir, og tann dagur kann koma, at tú kemur fyri órættið og
kennir sviðan av tí. Tvær týðandi lógir, avtalulógin og keypslógin,
áseta karmarnar, tá ið avtalur verða gjørdar, og handlað verður. Tó
skal havast í huga, at nakrar lógarásetingar eru bara galdandi, um
annað er ikki avtalað, ella at annað er í gildi sambært siðvenju.
Lógarásetingar ætlaðar at verja borgaran, eru kortini í gildi, hvat so
er avtalað og ikki. Tá ið víkjast kann frá lógini við avtalu, verður hon
søgd at vera deklaratorisk og annars preseptiv, tá ið ikki kann víkjast
frá lógini.
Høvuðsásetingar í avtalulógini
Tær avtalur, sum gjørdar verða millum tveir ella fleiri partar á fíggjar-
rættarliga økinum, eru sambært avtalulógini. Hesi viðurskifti sipa
til, at annar ella báðir partar hava beinleiðis fíggjarligan áhuga í, at
avtalan verður gjørd. Lógin er soleiðis galdandi fyri allar vinnuligar
avtalur, til dømis flest allar avtalur um at keypa fasta ogn og leysafæ,
leigu og langtíðarleigu. Undantikið eru avtalur millum hjún í sam-
bandi við hjúnaskilnað, foreldramyndugleika, testamenti og tílíkt.
Avtalulógin og ásetingar
• Avtala verður gjørd
• Avtala er ógildig
• Avtala sambært fulltrú
Avtala verður gjørd
Fert tú til dømis at keypa eina bók í einari bókasølu, so er lítið og einki
hávasták. Bókasølan ella seljarin er tilboðsgevi, og avtalan verður
gjørd, tá ið tú játtar at keypa bókina. Vit halda okkum nevniliga til
grein 1 í avtalulógini, ið er soljóðandi:
Tilbud og svar på tilbud er
bindende for afgiveren.
Onnur týðandi meginregla í avtalulógini er, at bæði munnligar og
skrivligar avtalur eru eins bindandi, men tó so, nøkur undantøk eru
frá hesari reglu: Til dømis skulu keypssáttmáli við ognarfyrivarni og
leigusáttmáli verða váttað skrivliga. Eingin ivast kortini í, at tað er
skilagott at gera skrivligar avtalur, tí sum kunnugt er mangan torført
at prógva munnligar avtalur. Spurningurin er nú, hvussu eitt tilboð
ella lyfti verður bindandi. Tað sigur grein 7 meira um:
§ 7. Tilbud eller svar, som tilbagekaldes, er bortfaldet, såfremt tilbage-
kaldelsen kommer frem til den anden part forinden eller samtidigt med, at
tilbudet eller svaret kommer til hans kundskab.
1...,247,248,249,250,251,252,253,254,255,256 258,259,260,261,262,263,264,265,266,267,...286
Powered by FlippingBook