Marknaðarlæra - page 250

Virkisrakstur
250
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Nýggja tøknin
Viðgerðin frammanfyri hevur millum nógv annað víst á tann týdning,
ið skilagóð samskipan hevur. Fyri bókasøluna og flest onnur handils-
virki er týðandi at samskipa sølu, keyp og goymslu og umráðandi, at
eftirspurdar vørur eru tøkar.
Logistikkur ella vørustreymsamskipan greiðir meira frá hesum og
vísir á, hvussu virkið kann stýra vørustreyminum og virkseminum
annars á skilagóðan hátt. Ætlanin við tílíkari samskipan er at gera
arbeiðsgongdina og virksemið sum heild smidligari og soleiðis fram-
haldandi elva til frægari úrslit og økt kappingarføri.
Framstig í teldutøkni
Edv-skipanir viðvíkjandi búskapi, løn, sølu og goymslu hava verið
frammi í nógv ár. Seinnu árini eru til dømis skipanir, ið viðgera
keyps- og goymslustýring, nógv mentar. Tað hevur gagnað vinnu-
rekandi almikið, tí at kunningin við nýggju tøknini er nú nógv skjótari
og møguleikarnir nógv fjølbroyttari.
Alsamt vaksandi eftirspurningurin eftir framkomnum teldum og
telduskipanum hevur elvt til størri kapping á hesum marknaði. Hetta
hevur havt við sær fallandi prísir og upp aftur størri spjaðing. Tað
kann tí verða sagt, at eftirspurningur, kapping, menning og útbreiðsla
hava gingið og framvegis ganga hond í hond.
Skjótu framstigini í teldutøkni elva eisini til øðrvísi arbeiðslag og
mannagongdir. Og tað sæst aftur á vøru- og tænastumarknaðinum.
Oftari enn nakrantíð koma nýggj hugskot undan kavi. Vinnan smæðist
ikki burtur, og henni dámar væl at royna nýggjar leiðir.
Úrslitið av hesari framgongd hevur millum annað havt við sær, at
virkini við framkomnu tøknini eru før fyri neyvari at stýra og sam-
skipa virksemið og vørustreymin í virkinum heilt frá ráevnisveitarum
fram til evsta brúkara. Tilfar og hendingar, ið kunnu verða skrásettar
innanvirkis, eru til dømis:
Skrásetingarmøguleikar
• Bíleggingar frá viðskiftafólki
• Bíleggingar til virkið
• Goymslutilgongd frá vørulatarum
• Goymslufrágongd til vørugerð
• Goymslufrágongd til viðskiftafólk
• Framleiðslutíð
• Kunning innanvirkis t.d. um prís og latingartíð
• Kunning t.d. um vørulatarar og bústað
1...,240,241,242,243,244,245,246,247,248,249 251,252,253,254,255,256,257,258,259,260,...286
Powered by FlippingBook