Marknaðarlæra - page 258

Brúkaralóggáva
258
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Hóast lógargreinin eftir orðingini snýr seg um, nær tilboðsgevi kann
taka aftur tilboð sítt, so kann verða staðfest av orðingini, at tú verður
bundin av einum lyfti, er tað komið til kunnleika móttakarans. Eitt
lyfti bindur teg sostatt, tá ið tilboðsmóttakarin lesur bílegging tína,
hoyrir hana í telefonini ella um skivuna, men tú kanst sjálvsagt
ekkaleysur og óbindandi fregnast um vøru og vøruprís.
Støðan er øvut, tá ið tilboðsgevi munnliga bjóðar ella lovar tær eina
vøru ella tænastu til ásettan prís. Er slíkt tilboð komið til kunnleika
tín, og tú tekur av tilboðnum alt fyri eitt, tá verður tilboðsgevin
bundin av tí. Skuldi tilboðsgevi iðrað seg um tilboðið, so kann hann
gera tað til einkis, men treytin er tann, at hann kunnar tilboðs-
móttakaran, áðrenn hesin veit um tilboðið. At ganga frá orðinum kann
hava við sær, at mótparturin leggur málið fyri rættin.
Lýsingabløð og príslistar
Nógvir handlar og onnur virki senda av sínum eintingum lýsingabløð
til væntandi viðskiftafólk. Hetta verður gjørt í teirri vón, at fólk seta
fram tilboð um at keypa. Lýsingabløð, príslistar og annað tilfar, ið
soleiðis kemur á gátt, verður ofta sent við posti ella aðrari útberingar-
fyritøku. Tílíkar keypsáheitanir eru sjáldan bindandi, eru bara áheitan
á fólk at seta fram tilboð.
Ofta verða prentað ávís fyrivarni á vøruskráir og lýsingabløð. Til
dømis verður lagt uppfyri prentvillum og prísbroytingum, og at vøra
kann verða uppseld. Eisini er vanligt at avmarka tilboðsskeiðið. Grein
9 greiðir frá:
§ 9. Har nogen i henvendelse, som ellers ville være at anse som til-
bud, anvendt ordene ”uden forbindtlighed”, ”uden obligo” eller lignende
udtryk, anses henvendelsen alene som opfordring til at gøre tilbud i
overensstemmelse med dens indhold. Fremkommer sådant tilbud inden
rimelig tid fra nogen, og må modtageren gå ud fra, at det er fremkaldt
ved henvendelsen, skal han uden ugrundet ophold give tilbudsgiveren
meddelelse, hvis han ikke vil antage det. Undlader han dette, anses til-
budet for antaget.
Prísskelti
Vøruprísur, til dømis í sýnisglugga, verður mettur sum bindandi til-
boð. Tað merkir, at viðskiftafólk undir vanligum umstøðum kann
krevja hesa ávísu vøruna fyri ásetta vøruprísin. Men er prísurin til
dømis av óvart settur á aðra vøru enn ætlað, so kann tað elva til
trupulleikar.
Stendur til dømis eitt sjónvarp í sýnisglugganum fyri 30 kr. í staðin
fyri 3000 kr, so er ivaleyst, at einki skilafólk í fullum álvara krevur
sjónvarpið fyri 30 kr. Stendur viðskiftafólk við sítt krav, verður sagt,
at viðskiftafólkið er illvarið ella í ringari trúgv.
1...,248,249,250,251,252,253,254,255,256,257 259,260,261,262,263,264,265,266,267,268,...286
Powered by FlippingBook