Brúkaralóggáva
259
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Øðrvísi er, um umrødda sjónvarp er prísásett til 300 kr. Tá kann
hugsast, at onkur heldur, at tað kann fáast fyri tær 300 krónurnar. Tá
verður sagt, at viðskiftafólkið er góðvarið ella í góðari trúgv, og tað
vil siga, at viðskiftafólkið hvørki visti ella við vanligum umhugsni átti
at vitað, at her var talan um eitt mistak ella skrivivillu.
Sum skilst kunnu trupulleikar standast av slíkum ósketni. Kunnu
partarnir ikki semjast um eitt mál, kann dómstólurin gera av tví-
dráttin. Dómstólurin tekur støðu til spurningin, um viðskiftafólkið
var í góðari ella ringari trúgv.
Freist at svara tilboði
Hevur tilboðsgevi sett váttanarfreist á tilboðið, so er hann bundin av
hesari freist. Er tilboðið sent við brævaposti, verður freistin roknað frá
dagfestingini á brævinum, og freistin á telduposti verður roknað frá
klokkutíðini, tá ið telduposturin varð sendur. Meginregla er, at váttan
frá móttakara skal vera tilboðsgeva í hondum, áðrenn avtalaða freistin
gongur út.
Er eingin freist ásett millum partarnar, er reglan tann, at móttakarin
skal hava rímiliga umráðingarfreist. Verður freistin ikki hildin, er til-
boðsgevi ikki bundin av tilboði sínum. Tilboðsfreistin veldst tó nógv
um, hvør vøran er, og hvat hon kostar. Ov seint aftursvar verður mett
sum nýtt tilboð, ið upprunaligi tilboðsgevi annaðhvørt kann góð-
taka ella vísa frá sær. Tað sama er galdandi, um aftursvarið hevur
annað innihald enn upprunaliga tilboðið. Munnlig tilboð skulu tó
verða góðtikin alt fyri eitt.
Avtala er ógildig
Viðurskiftini kunnu vera soleiðis, at tað er órímiligt, at hann ella hon,
sum hevur gjørt eina avtalu, er bundin av hesari avtalu. Tí er í av-
talulógini ásett, nær avtalur eru ógildigar og sostatt ikki bindandi fyri
ein av pørtunum.
Er tilboðsmóttakari ikki komin til lógaldurs og hevur keypt vøru
upp á borg, sum hann ikki rindar fyri, so kann tað gerast fíggjarligur
missur fyri seljaran. Støðan er tann, at handilin ella seljarin svíður fyri
tapinum, tí at avtalan var ógildig, og hann kann tí ikki krevja keyps-
peningin frá keyparanum.
Verður fólk á ólógligan hátt tvingað til at skriva undir sáttmála, so er
talan um tvingsil, og tað er eyðvitað, at tílíkur sáttmáli verður ikki
bindandi. Billar tilboðsgevi keypara inn, at vøra hevur fleiri dygdir,
enn vøran veruliga hevur, verður talað um svik. Tá kann keypari
verða loystur frá lyfti sínum. Keyparin kann verða loystur frá lyfti,
um seljarin við vilja dylur fyri, at vøra er fongd við munandi breki.
Tað kann verða mett ógildisgrund, at avtala verður gjørd við fólk, ið
ikki eru við sítt fulla vit.