Marknaðarlæra - page 261

Brúkaralóggáva
261
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Keypslógin
Sambært orðingini er keypslógin bara galdandi, tá ið leysafæ verður
keypt. Skip verða roknað sum leysafæ, men reglurnar verða eisini
nógv brúktar, tá ið føst ogn verður seld og keypt. Tað merkir sum
kunnugt, at ognarrættur til vøru skiftir hendur og hevur samstundis
við sær, at seljari og keypari taka upp á seg skyldur sínámillum.
Eru umstøðurnar soleiðis, at eingin avtala er gjørd, og siðvenja er um
keyp og sølu í handilsgreinini, tá er keypslógin galdandi. Keypslógin
skilur ímillum nýtarakeyp, sivilkeyp og handilskeyp.
Nýtarakeyp, sivilkeyp og handilskeyp
Nýtarakeyp er tann handil, ið er millumnýtara og vinnurekandi. Viður-
skiftini í nýtarakeypi eru mangan soleiðis háttað, at seljarin veit meira
um vøruna, enn keyparin veit. Keyparin verður tí ofta tann veikari
parturin, gerast partarnir til dømis ósamdir um eitthvørt ivamál. Lóg-
gávan greinar tað, ið partarnir kunnu loyva sær, men hevur umframt
til endamáls sum mest at verja keyparan, skuldi hann komið illa fyri
í onkrum máli.
Sivilkeyp
ella
borgarligt keyp
er handil millum ein-
staklingar, og tað, sum keypt verður, brúkar ein sjálvur.
Umstøðurnar í handilskeypi, ið er handil millum vinnurekandi, eru
eitt sindur øðrvísi enn í nýtarakeypi. Fyritøkur í handilskeypi søkja
sær javnan sakkøna hjálp og ráðgeving, áðrenn farið verður til verka.
Tað kann til dømis vera, um avtala ella sáttmáli skal skrivast, um
nýggj vøra skal verða marknaðarførd, ella annað handilsligt tiltak skal
verða framt. Tílík fyrivarni kunnu forða heilt nógv fyri tvídrátti og
trupulleikum seinni.
Nýtarakeyp er handil millum vinnurekandi og nýtarar, handilskeyp er
handil millum vinnurekandi, og sivilkeyp er handil millum einstaklingar.
Høvuðsásetingar í keypslógini
Fram til árið 1982 viðgjørdi keypslógin handilskeyp og nýtara-
keyp undir einum, men í hesum sama ári vórðu serligar reglur
skoyttar upp í keypslógina. Lógin var sett í gildi í Danmark í 1979.
Lógarískoytið er nýtaralóggáva burturav, og hevur til endamáls at
tátta í ásetingarnar, ið viðvíkja nýtarakeypi. Vil soleiðis til, at ongar
ásetingar um nýtarakeyp eru tilskilaðar í ískoytinum, so verður keyps-
lógin fram til 1982 galdandi.
Fyri rættan prís í rættari nøgd og dygd
Sum tilskilað er frammanundan, taka keypari og seljari upp á seg
skyldur sínámillum. Umframt aðrar álagdar latingartreytir, eigur
nøgd, rúmd, vekt og vørutal at verða sum avtalað.
1...,251,252,253,254,255,256,257,258,259,260 262,263,264,265,266,267,268,269,270,271,...286
Powered by FlippingBook