Virkisrakstur
252
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Skipanin er avtalað millum evropeisk lond, ið brúka sama grindil á
meinlíkari vøru. Skipanin er soleiðis háttað, at kotulesarin, pennur
ella tílíkt, lesur grindilin.
Grindil er settur á flest allar vørur. Trettan taltekn standa á honum.
Fyrstu tvey teknini tilskila, hvar vøran verður gjørd. Næstu fimm
teknini upplýsa, hvør ið hevur gjørt vøruna. Aftasta teknið í
grindlinum er ætlað til eftirlit. Tey 5 teknini, ið eftir eru, eru ætlað til
vøruprísin.
Gjaldskort ella keypskort
Tá ið keypsvanar vóru umrøddir, varð nevnt, at nú gjalda nógv fólk
við gjaldskorti ella keypskorti. Peningastovnar fóru at brúka hesa
skipan í 1988. Nú kann verða staðfest, at skipanin er at kalla eina-
ráðandi í smásøluliðinum.
Teir allaflestu handlarnir hava nú framkomnar terminalar, ið hava
beinleiðis samband við kassaskipanina. Keypspeningurin verður
fluttur beinleiðis av konto keyparans inn á konto seljarans. Kassa-
dregilin verður latin keypara sum kvittan, og á honum stendur skrivað
tað, sum keypt er, nær tað var keypt, og tað sum vøran kostar.
Tað slepst illa undan aftur at draga fram framkomna og fjøl-
broytta miðilin alnetið. Á hesum neti ber væl til at flyta pening, keypa
og selja. Hesin keyps- og søluháttur er í stórum vøkstri og stórari
menning. Kortini er hetta bara eitt lítið vet av øllum tí, ið annars ber
til á hesum tølandi neti.
Peningastovnarnir hava nú í boði, at viðskiftafólk kunnu flyta pening
um heimabanka ella heimagreiðslu. Aðrar føroyskar fyritøkur brynja
seg áhaldandi og bjóða fram vørur og tænastur á alnetinum, sum
keypari kann bíleggja og gjalda um teldu. Men tað er ein onnur søga.
Maður nevndur Sydney J. Harris eigur hesi orðini: ”Vandin er ikki,
at teldur fara at hugsa sum fólk, men heldur, at fólk fara at hugsa sum
teldur.”
At hugsa sær
Eg kann ikki lata vera við at undrast stórliga av nýggju tøknini. At
hugsa sær, at alt tað skrivaða tilfarið, ið tú kanst lesa í hesari bókini
kann verða ”goymt” í einum geyma, ið er minni enn lítlifingur mín
– tað er tann rami gandur. Heilsan frá honum, ið skrivaði bókina