Marknaðarlæra - page 242

Virkisrakstur
242
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eru eftirspurdar bøkur ikki tøkar í handlinum, so verður vinningurin
skerdur við tí, ið bøkurnar annars høvdu kastað av sær. Tá ið best
vil til, vil viðskiftafólk heita á bókasøluna at útvega bøkurnar, men
sannlíkt er, at tá fara fólk heldur í aðra bókasølu at vita, hvussu har er
vorðið. Vinningurin verður eisini skerdur, keypir bókasøla bøkur, ið
eru illa seljandi, ella eingin skoytir um. Eisini hesum svíður handilin
fyri, tí at bøkur kunnu sjáldan verða sendar aftur til forlagið. Tí slepst
illa undan annaðhvørt at selja bøkurnar bíliga ella beina tær burtur.
Kurant og ókurant vøra
Vøra, ið ikki er seljandi, verður søgd at vera ókurant. Hóast bøkurnar
eru ókurantar, so skal keypspeningurin gjaldast forlagnum. Frægari
var í hesum føri, at einki varð keypt, og at keypspeningurin ístaðin
varð brúktur til annað skilabetri endamál.
Skal bókasøla vinna sum mest av peningi, er umráðandi, at bøkurnar
eru kurantar, og at allar eftirspurdar bøkur eru tøkar. Tað ber sjálv-
sagt ikki til, men dugnaligi bókahandlarin eins og aðrir skilagóðir
handilsmenn miða støðugt eftir at gera forsagnir til veruleika og vera
viðskiftafólki til vildar.
Viðmerking er, at rætturin at bera bøkur aftur til forlagið eru av-
markaðar og eina mest ger seg galdandi tá ið talan er um danskar
og aðrar útlendskar bøkur. Føroysku forløgini hava smidligari skipan
viðvíkjandi bókasølu og rætti til at bera aftur.
Umrødda dømið úr bókasølu kann tykjast í so ástøðiligt, men er í
fyrsta lagi ætlað til at lýsa avgerandi týdningin av skilagóðari sam-
skipan og samstarvi. Og í øðrum lagi at draga fram, at hóast vørur og
umstøður eru ymiskar, so hava nógv onnur handilsvirki somu vansar
at dragast við sum bókasølan.
Handil kann missa pening av hesum ávum
• Ov lítið á goymslu
• Ókurant vøra
• Ov nógv á goymslu
• Rentutap
• Vøra verður seld undir keypsprís
Virki og søludeild
Virksemið í søludeildini er soleiðis háttað, at seljarar vanliga hava
nógv samband við viðskiftafólk og javnan samskifta við tey, og
seljarar vita sostatt nógv um tað, ið viðskiftafólki tørvar. Teir eru
eisini væl kunnaðir um ráðandi vørurákið og tað, sum annars fyriferst
á marknaðinum.
1...,232,233,234,235,236,237,238,239,240,241 243,244,245,246,247,248,249,250,251,252,...286
Powered by FlippingBook