Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
235
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Júst hesar nevndu umstøður høvdu verið áhugaverdar at kanna
gjøllari. Tey stuttu og tey longu bíðiraðini kundu bent á, hvar við-
skiftafólk gjarna vilja verða avgreidd - um tey vilja bíða í raðnum at
hitta avgreiðslufólkið, ið teimum dámar væl.
Umrøddu avgreiðsluskipanir eru í veruleikanum ikki heilt eintýddar.
Millumhættir og ymiskar samansetingar eru í flest øllum handlum.
Heldur ikki umrødda viðskiftið er púra eintýtt, tí hóast alt er munur á
at avgreiða ókunnufólk og so vinfólk og skyldfólk.
Persónliga viðskifti
•
Ásurin ímyndar persónliga viðskifti.
Einki
viðskifti
Nógv
viðskifti
Sjálvsøla • Sjálvtøka • Sjálvval • Skivuskipan
Viðskifti í virki og heilsølu
Tá ið virki og heilsølur selja vøru, tá eru keypararnir eina mest onnur
virki, heilsølur og smásølur. Men vørukeypið hjá virkjum og so
heilsølum er ikki grundað á sama endamál. Heilsølan keypir lidna
vøru at selja smásølum, men virkini keypa ótilvirkað tilfar og hálv-
virkaða vøru at gera lidnar vørur burturúr.
Innkeyparar í virkjum, heilsølum og smásølum eru ógvuliga varnir og
tilvitaðir um, at vøran, ið keypt verður, skal verða seld aftur, og fyrr
ella seinni verður partur av inntøkugrundarlagnum í fyritøkuni. Skyn-
semið ræður nógv, og dentur verður lagdur á dygd, prís, gjaldstreytir,
avsláttur og annað viðkomandi.
Ræður um at selja tekniskar vørur og lutir, til dømis edv-útgerð,
motorar og annað tílíkt, er ikki altíð nóg mikið at vera dugnaligur
seljari. Tað kann gerast neyðugt, at seljari hevur yrkisútbúgving um-
framt og kann veita serkøna tekniska ráðgeving. Eisini er vanligt, at
seljarar í heilsølum stuðla og ráðgeva smásølum um vørusýningar og
onnur tiltøk.
Viðskifti í tænastuvinnu
Eitt sum sermerkir tænastu er, at hon kann vera meira og minni ítøki-
lig, men eisini vera burturav óítøkilig. Tískil hava viðskiftafólk ikki
altíð møguleika at síggja og royna tað, ið tey ætla sær at keypa. Tey
mugu tí líta á tær royndir, ið onnur hava av tænastuni.