Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
230
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Einki er at taka seg aftur í, at sum starvsfólk eru í handlinum, um tey
eru beinasom og fyrikomandi, blíð og smílandi, ræður nógv fyri, um
tú fert aftur í handilin at keypa. Eisini dugnalig og kviklig avgreiðsla
er týdningarmikil. Vørukunning, kunning um avdráttarskipan, um-
býtingarrættur og eyka garanti kann vera týðandi tænasta fyri summi
viðskiftafólk.
Tænasta eftir søluna kann vera at pakka vøruna í gávupappír, og at
starvsfólk annars ganga viðskiftafólki til handa, tá tað er neyðugt.
Summir handlar koyra vøruna út til fólk, vilja tey tað. Sagt verður
tíðum, at farin tænasta bøtist illa aftur, og eisini tí er umráðandi at
veita góða tænastu hvørja ferð, fólk eru á gátt.
Tænastukravið eftir vøruslagi og viðskiftafólki
Ofta er tænasta neyðug í handlum, sum selja framkomna tekniska
vøru og útgerð, serstakliga um viðskiftafólk hava avmarkað vøru-
innlit. Undir slíkum umstøðum vænta fólk leiðbeining um vørunýtslu
og uppseting, ið soleiðis gerast tænastur eftir søluna.
Tænastukravið er skiftandi og lagar seg nógv eftir, hvør vøran er.
Verður einføld ella fábroytt gerandisvøra keypt, er tænastukravið lítið
og einki. Tænastukravið veksur sum oftast munandi, verður marg-
broytt úrvalsvøra ella drúgv nýtsluvøra keypt.
Vøruslagið er kortini ikki tað einasta, ið ásetur tænastukravið. Sum
vørusløg valdast, so valdast viðskiftafólk. Summi viðskiftafólk eru
djørv og sjálvbjargin, onnur heldur ivingarsom og afturhaldin.
Soleiðis ráða tvinnanda viðurskifti fyri tænastukravinum. Sjálvsálit
ella ivi kann vera grundað á lyndiseyðkenni, men kann eisini stava
frá, hvussu nógv ella lítið, ið fólk veit um vøruna.
Vøruslag og tænastukrav
Fábroytt gerandisvøra
Eingin tænasta
Margbroytt úrvalsvøra
Nógv tænasta
•
Ásurin imyndar stigvísa tænastukravi.
Persónlig søla
Persónlig søla er munadygt kappingarráð í nógvum handils- og
tænastuvirksemi. Keypari og seljari samskifta aftur og fram, og hetta
veitir báðum pørtum rásarúm at siga hugsan sína.