Marknaðarlæra - page 225

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
225
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sølugerðin í smásølu
Tað skal verða sagt alt fyri eitt, at munur er á vøruútflýggjan og so
persónligari sølu. At vøra verður flýggjað út, merkir, at vøra, sum
oftast gerandisvøra, verður umbiðin og handað viðskiftafólki uttan
drál. Viðskiftafólkið veit væl um vøruna og stýrir sølugerðini. Starvs-
fólkið hevur lítla og onga ávirkan og verður soleiðis meira at líkna
við avgreiðslufólk ella útflýggjara. Arbeiðshátturin sæst til dømis í
sølubúðum og bakaríum.
Persónlig søla er heldur øðrvísi. Tá hevur starvsfólkið betri tamarhald
á støðuni, og viðskiftið millum partarnar er ofta drúgvari. Starvs-
fólkið kunnar og sannførir og gerst soleiðis seljari. Persónlig søla er
vanlig í handlum, ið selja drúgva nýtsluvøru og úrvalsvøru, til dømis
klædnabúni og húsbúni, har avgreiðslan annaðhvørt er sjálvval ella
um skivuna. Eyðvitað, at útflýggjan og søla verða framdar í aðrari
vinnu umframt, eitt nú í virkjum og heilsølum.
Sølugerðin
Sølugerðin í smásølu byrjar, tá ið keyparin og seljarin hittast í
handlinum. Sølugerðin kann viðhvørt verða drúgv, men eisini ódrúgv
av og á, og veldst nógv um, hvør vøran er, og hvør ið keypir hana. Er
keyparin prátingarsamur, kanska ivingarsamur, og vøran margbroytt,
kann sølugerðin gerast drúgv, men hevur keyparin sjálvsálit og veit
nógv um vøruna, verður sølugerðin ofta ódrúgvari.
Sølugerðin skift sundur
Móttøka • Fyrireikandi søla • Vørusýning • Avgerð
Stigvísa sølugerðin.
Móttøkan
Móttøkan kann gera av, hvussu sølugerðin hilnast. Umráðandi er tí,
at seljarin við tað sama gevur viðskiftafólki gætur. Hann heilsar tí
virðisliga, er blíður og vandar sær um tað, ið sagt verður, og tað, ið
spurt verður um. Hóast fólk einki keypa, tá ið tey eru á gátt, so eru tey
sjáldan ørindaleys. Tey kunnu vera komin av forvitni, ella tey ætla sær
at keypa eitthvørt ein annan dag.
Av og á mugu fólk bíða, tí nógv er at gera í handlinum. Seljarin eigur,
ber tað til, at vísa teimum, ið bíða, at tey eru vælkomin. Eru umstøður
til tess, eigur seljarin eisini at vísa á vøruflokkin, ið viðskiftafólk
spyrja eftir.
1...,215,216,217,218,219,220,221,222,223,224 226,227,228,229,230,231,232,233,234,235,...286
Powered by FlippingBook