Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
234
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Eitrandi vøra, til dømis heilivágur og annað, ið kann vera vandamikil
fyri fólk og fæ, skal sjálvsagt ikki standa frammi. Skreytlutir, luktilsi,
góðgæti og annað slíkt kann eisini freista veikar sálir, og tá er skivu-
skipanin ein góð loysn, ið forðar nógv fyri svinni og stuldri.
Sjálvval
Sjálvval er avgreiðsluháttur, ið liggur í miðjuni, skivan øðrumegin
og sjálvtøkan hinumegin, er roynd at samskipa fyrimunir í báðum
skipanum. Vøran er nú miðdepil, og stórur dentur verður lagdur á, at
vøran er dámlig og loypir brell á fólk.
Viðskiftafólki dámar væl sjálvval, tí frítt er at fara í handlinum og
hyggja at vørunum og royna tær, um tað er neyðugt. Seljarin hevur
eyguni eftir viðskiftafólki, um teimum tørvar hjálp og leiðbeining,
og hann hevur soleiðis umstøður at ráðgeva, sannføra og fáa fólk at
keypa. Sjálvval sæst til dømis í klædnabúðum, skóbúðum og bóka-
búðum. Av og á kann vera hent at vita, hvørja tænastu, ið viðskiftafólk
vænta sær av starvsfólki:
Keypari væntar persónliga tænastu, tá ið hann veit í minna lagi um vøru-
na, og vøran verður sjáldan keypt og kostar lutfalsliga nógv.
Sjálvtøka
Vanlig fyritreyt í sjálvtøku er, at viðskiftafólk hava rímiliga gott vøru-
innlit. Fólk taka sjálv vøruna í hesari skipan, og tí mugu umstøðurnar
í handlinum vera rúmsáttar og lagast eftir hesum. Vørusýningin og
vørupakkingin eiga at fremja hugin at keypa.
Arbeiðsbýtið skilur eisini nevndu skipanir. Er skivuskipan, so hevur
starvsfólkið mestsum alla avgreiðslu. Er sjálvtøka harafturímóti, tá
hava viðskiftafólk at kalla alla avgreiðslu, og tað er ein høvuðsgrun-
din til, at lønarútreiðslurnar eru lutfalsliga lakari í sjálvtøkum enn í
øðrum skipanum. Sjálvtøka er meginskipanin í flest øllum handlum,
ið selja gerandisvøru.
Viðskiftið og samskiftið í sjálvtøku er bara smávegis og sum oftast
bara við tað starvsfólkið, ið avgreiðir vørukeypið um kassaskipanina.
Skalt tú fregnast um okkurt, ber væl til at spyrja onkran, ið starvast í
handlinum.
Serligu viðurskiftini í sjálvtøkum seta eisini serlig krøv til tey fólk,
ið hava ábyrgdina av avgreiðsluni. Tað man vera flestum kunnugt, at
bæði fyrsta og seinasta ímyndanin av øðrum festa røtur, og at fryntlig
og smílandi starvsfólk eggja viðskiftafólki til at koma aftur at keypa -
tá ið av tornar, er tað tað, ið um ræður.