Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
236
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tænastuveitarin noyðist tí ofta at lýsa tænastuna gjøllari til dømis við
frágreiðingum og tilvísingum. Soleiðis kann hann birta upp undir, at
viðskiftafólk síggja fyri sær nyttu og úrtøku. Eingin ivast kortini í, at
lættari er at selja trillubørur enn lívstryggingar.
Sannlíkt er, at ónøgd viðskiftafólk ofta bera út ring tíðindi, og nøgd
viðskiftafólk bera út góð tíðindi. Ferðamannafelag, peningastovnur
og tryggingarfelag, bilflutningur og hárfríðkan eru dømi um tænastu-
vinnur, ið veita meira og minni ítøkiligar tænastur.
Viðskifti í almennari tænastu
Almennar tænastur eru tær, ið landið og kommunur hava um
hendur. Tænasturnar verða fíggjaðar av inntøkum, ið falla til land og
kommunu. Sosial deild er til dømis í Tórshavnar kommunu. Borgarar í
kommununi kunnu fara hagar, hava teir eitthvørt at spyrja ella kanska
klaga um.
Viðskifti undir tílíkum umstøðum kunnu ikki verða borin saman
við tær umstøður, ið ráða í fríari vinnu. Viðurskiftini í almennari
tænastu snúgva seg umsamskifti ímillum tænastuveitaran, ið er land og
kommuna, og so tænastutakaran, ið er borgarin.
Borgari kann hava sosialar, fíggjarligar ella aðrar trupulleikar at
dragast við. Hann verður tí ofta noyddur til at avdúka og leggja á blik
nógv av tí, ið hann annars hevði við seg sjálvan. Tílíkar umstøður
kunnu tí verða sera viðkvæmar og kenslubornar.
Tænastuveitarin eigur í hvørjum einstøkum føri at spyrja og fregnast
fyri at koma fram á trupulleikan hjá borgaranum og um gjørligt at
loysa hann. Tað er ikki altíð løtt og einføld uppgáva hjá starvsfólki,
ið eisini hevur skyldu til at vísa á kærumøguleikar, skuldu teir verið.
Starvsfólk eru skúlað til tílíkar uppgávur, men tað skerst ikki burtur,
at slíkar starvsuppgávur krevja gott innlit í mannalyndið.