Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
228
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Tað krevur dugnaligt fólk at handfara klagur. Eru ikki serfrøðingar á
økinum, eigur skilafólk at svara klagumálum. Skjót og skilagóð við-
gerð og viðferð fremur umdømi og øvut. Keypari heldur, at óneyðugt
drál er líkasæla.
Allur handil er í veruleikanum grundaður á álit millum virknu
partarnar. Tað er júst álitið og at vera álítandi í starvi sínum, ið fremur
persónliga umdømið. Tí er grund til at minna á, at gjørdar avtalur,
munnligar sum skrivligar, eiga at verða hildnar. Berst frá at halda av-
talu, er umráðandi at siga frá tí.*
Framhaldandi viðskifti
Seljari eigur at minnast til, at avgreiðslan ella sølan er ikki lokin, hóast
hann hevur fingið peningin í hondina. Tað ræður um framhaldandi
viðskifti við viðskiftafólk, at tey fáa hug at koma aftur at keypa frá
tær. Samanumtikið eru viðskiftafólk tey, ið gera av, hvussu virk-
seminum gongst.
Sølugerðin og seljarin
• Heilsa virðisliga
• Gev viðskiftafólki væl gætur
• Ver blíður
• Set spurningar
• Avdúka tørv
• Leita fram røttu vøruna
• Vís virðing
• Gagnsýn vøruna
• Viðger atfinningar
• Minn á ískoytisvøru
• Loyp brell á
• Ver ikki ágangandi
• Bein burtur ivamál
• Frem eykasølu
• Viðskiftafólk vælkomin aftur
Móttøka
Fyrireikandi
søla
Vørusýning
Avgerð
•
Sølugerðin býtt sundur.
*
Lógirnar, ið áseta karmarnar í handilsskapi eru avtalulógin og keypslógin, og verða tær
umrøddar seinni í bókini.