Marknaðarlæra - page 224

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
224
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handlar, ið selja maskinamboð, telduútgerð og annað slíkt, skipa av
og á sjálvir fyri framsýningum. Serfrøðingar eru javnan við og vísa,
hvussu maskinur og onnur útgerð verða brúkt. Mótahandlar og onnur
tænastuvirki, ið selja fríðkanarevni til hár og hold, brúka sama leistin.
Sum flestum kunnugt eru ovurstór stevnuhús, ið hýsa alskins til-
tøkum, í útheiminum. Eitt teirra er “Bella Centret” í Keypmannahavn.
Summi søluátøk hava tað í felag, at tey eru stuttskygd, eitt nú tey, ið
eggja viðskiftafólki
til
at gera skjótt av. Onnur kunnu vera langskygd,
til dømis tey, sum royna at menna virkisímyndina, men øll átøkini
hava kortini tað í felag, at tey á einhvønn hátt purra upp undir, at fólk
fara at keypa og heldur fyrr enn seinni.
Hugskotskappingar * um búmerki, slagorð og annað mangt eru
frammi av og á, og peningur er ofta vinningur. Nýggj dømi um sales
promotion eru, at sølufyritøkur á ymsan hátt egna við telduforritum,
tónleiki og øðrum á fløgum. Endamálið er at geva væntandi keyparum
ein undanráka.
Verða øll søluráðini tráðdrigin, sæst væl, at tey hvørt á sín hátt hava
til endamáls at ávirka og kunna málflokkin. Fremsta endamálið er at
fremja góðvild og eggja til framhaldandi samstarv og samhandil.
*
Kappingarlógin og lóg um eydnuspøl áseta og avmarka tey átøk, ið loyvd verða.
1...,214,215,216,217,218,219,220,221,222,223 225,226,227,228,229,230,231,232,233,234,...286
Powered by FlippingBook