Marknaðarlæra - page 216

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
216
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Men í 2003 var hetta krónutalið vaksið til 418 milliardir. Lýsinga-
krónurnar í dagbløðum harafturímóti vóru í sama tíðarskeiði fækk-
aðar heilar 658 milliardir, úr 3.355 niður í 2.697 milliardir.
Tey virki, ið marknaðarføra spøl, leikur og annað, gagnnýta henda
miðilin. Málflokkar teirra eru ofta børn og ung, ið lættliga brúka
elektróniskt samskifti og samskifta ómakaleyst, leys av fordómum og
trongskygni. Tey seinastu árini hevur e-handilin verið vaksandi og er
nú kappingarráð, ið munar.
Marknaðarføring á alnetinum er elektróniskt samskifti og viðskifti millum
virki og viðskiftafólk.
Lýsingaídnaðurin í rembingum
Tað svitast ikki, at seinasta mansaldurin ella so eru stórar broytingar,
ikki at siga kollveltingar, farnar fram í framsøkna lýsingaídnaðinum.
Framkomnu arbeiðstólini, til dømis fartelefonin og teldan, hava við
sínum fjølbroyttu hentleikum latið hurðar upp á víðan vegg til ein
spildurnýggjan heim.
Tíðindaflutningur á alnetinum og annað elektróniskt samskifti ferðast
nú ótálmað um lond og høv. Samskifti hevur fingið annað lag, á sama
hátt sum heimurin við sínum mongu mørkum er vorðin markleysur.
At glaða og brenna vita er langt síðani farin tíð.
Sum lýsing so virkið
Gevið gætur, at er lýsing ella annað kunningartilfar illa sett upp og
orðað, kann tað minka um virðingina fyri virkinum og sáa misálit
á virki og vøru, meðan tað øvuta kann skapa álit og virðing. Eisini
dygdin á miðlinum hevur týdning, tí hann verður mettur sum partur
av heildarmetingini.
Slíkt kann tykjast mongum smáputl, men nógvir smálutir, ið liggja á
láni, kunnu gerast stórmál, ið órógva og skaða umdømi og trúvirði.
Framsókni og stórtøkni eru ikki altíð nóg mikið. Sum tikið verður til:
Hin grábeinti fjalir seg í smálutunum.
1...,206,207,208,209,210,211,212,213,214,215 217,218,219,220,221,222,223,224,225,226,...286
Powered by FlippingBook