Marknaðarlæra - page 214

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
214
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sjáldan er nóg mikið burturav at líta á sambindingarkostnaðin.
Neyvan eru allir blaðlesarar áhugaðir í øllum tí, ið verður borðreitt við
í lýsingum. Tað hevur nógv størri týdning at koma fram á tey, ið eru í
málflokkinum, og tað blaðið, ið tey lesa.
Stovnurin Dansk Media Index er ein teirra, ið kann útvega ábendingar
um, hvør lesur hvat í donskum samanhangi. At lýsa í dagbløðum,
vikubløðum, tíðarritum og øðrum líknandi er sum kunnugt heilt
vanligur lýsingaháttur.
Hvat ger av lýsingakostnaðin
Lýsingar í vikubløðum og tíðarritum verða ofta seldar í heilum ella
hálvum síðum, triðings- ella fjórðingssíðum. Lýsingar í dagbløðum
og øðrum tílíkum verða sum oftast seldar eftir teigatali og teigshædd.
Teigshæddin verður roknað í mm. Eru til dømis 4 teigar, og teigs-
hæddin er 100 mm, so verður lýsingastøddin 400 mm. Tað, sum hvør
teigsmillimetur kostar, ger síðani av, hvat øll lýsingin kostar.
Viðurskifti, ið ráða fyri lýsingakostnaði
• Hvussu stór er lýsingin?
• Hvar stendur hon?
• Hvussu stórt er upplagið?
• Er lýsingin í litum?
Lýsingakostnaður skiftir nógv eftir, hvar lýsingin stendur í miðlinum.
Lýsingar á forsíðu og baksíðu kosta mest. Lýsingar á síðunum 3, 5,
7 og tær, ið koma seinni, kosta ofta meira enn tær á síðu 2, 4, 6 og
seinni. Prísmunurin stendst av, at lesari hevur lyndi til at lesa høgru
síðu fyrst og kanska gjøllari enn vinstru síðu.
At rokna lýsingakostnað
Teigshædd x teigatal x lýsingakostnað fyri hvønn millimetur
Lýsing í fleiri litum kostar meira enn í einum liti, tað sama sum størri
upplag vanliga ger lýsingina dýrari. Sum umrøtt eru lýsingastovur,
ið átaka sær at gera lýsingar, og tað kostar sjálvandi ikki einki. Hesin
kostnaður er, sum vera man, partur av lýsingakostnaðinum.
Prentaðar og elektróniskar lýsingar
Tað ber til at skilja ímillum tvinnanda sløg av lýsingum: Prentaðar
lýsingar eru, sum navnið tilskilar, tær sum standa í avísum, viku-
bløðum, tíðarritum og øðrum tílíkum. Eisini rúgvan av tilboðs-
avísum, ið endar í postkøssum, kemur í henda pottin.
1...,204,205,206,207,208,209,210,211,212,213 215,216,217,218,219,220,221,222,223,224,...286
Powered by FlippingBook