Marknaðarlæra - page 215

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
215
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Elektróniskar lýsingar eru til dømis tær í biografum, sjónvarpi, alneti og
útvarpi. Verður útvarpið undantikið, so hava elektróniskar lýsingar
ávísar fyrimunir fram um prentaða miðilin, eina mest av tí at ljóð og
rørsla purrar undir forvitni hjá fólki. Fær fólk at støðga á, kanna eftir,
hvat tað snýr seg um, og fær tey kanska at keypa.
Direct marketing
Ræður um at bera boð og kunna væntandi viðskiftafólk um eitthvørt,
so er telefonin framhaldandi eitt sera hent samskiftisamboð. Einki er
tó at taka seg aftur í, at alsamt fleiri virki brúka javnan teldupost og
alnet í sínum samskifti og átøkum. Slík mannagongd verður eisini
nevnd telemarketing, ið er partur av “direct marketing”.
Tað skilst av hugtakinum “direct marketing”, at seljarin vendir sær
beinleiðis til keyparan. Endamálið hjá seljaranum er so við og við at
fáa í lag tvírøðu millum virki og viðskiftafólk við tí í hyggju at savna
saman upplýsingar um viðskiftafólk, tørv teirra, og hvat tey vilja
hava. Upplýsingarnar um einstøku viðskiftafólkini verða grundar-
lagið í marknaðarføringini hjá virkinum.
Seljarin brúkar í sínum beinleiðis tiltøkum og herferðum tað, sum
nevnt verður “direct mails”: til dømis sølubrøv, faldarar, vøruskráir og
annað. Fyrimunurin er, at marknaðarføringin verður meira málsøkin
og persónlig, úrslitið er mátandi, og aftursvarini kunnu teljast.
Direct marketing er at fáa í lag eitthvørt samband við hvørt einstakt við-
skiftafólk og soleiðis víðka virksemi millum virkið og viðskiftafólk.
Call center
Sokallað “call center” hava seinastu árini ment seg munandi. Feløgini
eru sum oftast sjálvstøðug og minna ikki sørt um telefonstøðir. Tey
átaka sær at veita tænastur fyri aðrar fyritøkur, til dømis at gera
marknaðarkanningar og svara uppringingum, ella tey vegna fyri-
tøkurnar ringja til væntandi viðskiftafólk at fáa tey at keypa.
Tey feløg og virki, ið keypa sær tílíkar tænastur fara hagar, ið frægastu
og tryggastu tilboðini eru. Sambandið millum partarnar er persónligt,
skrivligt ella elektróniskt og er sum allur handil heilt nógv grundað á
álit millum partarnar. Neyvan óhugsandi, at eitt føroyskt felag keypir
tænastur í India ella bókar skjøl í Bulgaria.
Marknaðarføring á alnetinum
“On line” marknaðarføring er ein víðari menning av “direct
marketing”. Alnetið er nú tann lýsingamiðil, ið veksur skjótast. Donsk
tøl vísa á, at í árinum 2000 vóru brúktar 316 milliardir krónur til
lýsingar á alnetinum.
1...,205,206,207,208,209,210,211,212,213,214 216,217,218,219,220,221,222,223,224,225,...286
Powered by FlippingBook