Marknaðarlæra - page 211

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
211
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Greining og ráðlegging
Greiningin hevur til endamáls at gera greitt, hvørji átøk skulu verða
framd. Vit seta spurningarnar: Hvat gera vit, og hvussu gera vit
tað? Hvar skulu tiltøkini setast í verk og nær? Eru hesir spurningar
svaraðir, er komið væl áleiðis í greiningini. Setningurin kann vera
at menna søluna. Endamálið kann eisini vera at kunna um vøru og
vøruflokk.
Síðani verður tikin støða til, hvør málflokkurin skal vera. Mál-
flokkurin er, sum umrøtt frammanfyri, tey virki ella fólk, ið virkið
heitir á, kunnar og ávirkar við tilboðum og tiltøkum sínum. Átøkini
verða sum oftast lagað eftir fólkatalsfrøðiligum viðurskiftum, til
dømis eftir aldri, kyni, starvi og so lívshátti.
Tað verður ásett í ráðleggingini, hvussu átakið skal verða skipað,
og hvussu nógvur peningur ætlandi verður brúktur til endamálið.
Lýsingahátturin og lýsingamiðilin verða ásettir. Avrátt verður, hvussu
lýsingin og sølutilfarið annars skal síggja út og verða orðað, hvussu
ofta og nær átakið verður framt.
Verkseting og eftirkanning
Ætlaðu ráðleggingarnar verða nú framdar. Umráðandi er, at verk-
setingin samsvarar mest møguligt við upprunaligu ætlanirnar. Fyri-
reikingar eiga at verða gjørdar í handlinum ella virkinum at nøkta
væntandi eftirspurning, á sama hátt sum upplýsandi tilfar eisini eigur
at vera tøkt.
Eftirkanningin er at kanna eftir, um verksetingin varð sum ætlað, og
mannagongdin sambært ráðlegging. Varð meira ella minni selt enn
ætlað? Fekst samband við onnur áður ókend ella loynd viðskiftafólk?
Var vørukunningin nøktandi? Varð fígjarætlanin hildin, og vóru
onnur áhugaverd og lærurík úrslit av átakinum.
Hóast skilagóðar fyrireikingar til eitthvørt lýsingaátak, so svitast ikki,
at eingin vissa er fyri, hvussu eitt átak fer at hilnast. Eingin veit um
tað, ið stendur fyri framman, og eingin veit við vissu, hvussu fólk
fara at svara aftur. Men skilagóðar fyrireikingar kunnu kortini minka
óvissuna munandi.
Lýsingaleisturin AIDA
Aida-leisturin er áhugaverd fyrimynd í reklamuvirksemi. Aida er
stytt av ensku orðunum Attention, Interest, Desire og Action. Onkur
vil vera við, at tað er lættari at minnast leistin, verður hugsað um tóna-
skaldið G. Verdi, sum í 1871 læt úr hondum meistaraverkið Aida, ið
er víðagitin opera. Leisturin ímyndar keypshugin hjá fólki, og sum
hugurin at keypa broytist frá forvitni til tokka, og brúkarin síðani
verður virkin og keypir.
1...,201,202,203,204,205,206,207,208,209,210 212,213,214,215,216,217,218,219,220,221,...286
Powered by FlippingBook