Marknaðartillaging
Place (P. 3)
202
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handlar
Úrval
Slag
Skipan
• Keypmaður
Fjølbroytt og
grunt
Gerandisvøra Sjálvtøka
• Miðalhandil
Fjølbroytt og
grunt
Gerandisvøra Sjálvtøka
• Stórhandil
Fjølbroytt og
djúpt
Gerandisvøra
og kjøtbúð
Sjálvtøka
• Serhandil
Fjølbroytt og
djúpt
Úrvalsvøra
Skivuskipan og
sjálvval
• Sølubúð
Fjølbroytt og
grunt
Kioskvøra
Skivuskipan og
sjálvtøka
• Lágpríshandil
Fjølbroytt og
grunt
Haldgóð
gerandisvøra Sjálvtøka
• Smásølueyðkenni eftir vøruúrvali, vøruslagi og avgreiðsluskipan.
Lágpríshandil
Eingin rættiligur lágpríshandil er í Føroyum. Navnið lágpríshandil er
av orðinum discount, ið merkir avsláttur. Tílíkir handlar, eina mest
matvøruhandlar, hava seinastu á leið tríati árini vundið nógv uppá seg
í grannalondum okkara. Ivaleyst eru fleiri grundir til, at slíkir handlar
hava ikki enn fingið fótafesti í Føroyum.
Helst er tað tí, at vit eru fáment, og marknaðurin tískil ógvuliga av-
markaður. Lágpríshandil, ið hevur fábroytt og grunt vøruúrval og lut-
falsliga lítlan vinning av hvørjari eind, skal selja heilt nógv, skal hann
standa seg, men sum tikið verður til: Eingin skal forsvørja, hvat fram-
tíðin hevur at bjóða.
Spurningurin er tí, um handilsgrundarlagið í Føroyum er nóg stórt.
Tað, sum ivaleyst hevur størsta áhugan og mesta týdningin, er, at lág-
príshandlarnir aðrastaðni hava hert prískappingina munandi og so-
leiðis broytt keypsvanarnar.
Tað, sum eyðkennir hesar handlar, er tað serliga konseptið, at teir selja
einfalda húshaldsvøru heilt bíliga. Vøran verður brúkt dagliga í
húshaldinum, og tískil er skjót søluumferð. Rúmútgerð og tænasta í
handlunum eru avmarkað og skorin niður til tað, ið neyðugt er. Hesi
viðurskifti gera sítt til bíligan rakstur og munagott kappingarføri.
Søluvíddin í donskum lágpríshandlum er vanliga millum 300 og 600
fermetrar, og skipanin er sjálvtøka. Vøruúrvalið grunt. Einar 500 til
1000 vørueindir er vanligt.