Marknaðarlæra - page 201

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
201
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Summir handlar eru serkønir í smálutum. Verða hesir undantiknir, er
vøra í serhandli eina mest úrvalsvøra. Sum oftast verður drigið saman
um heldur fáar vøruflokkar, hendingaferð um ein vøruflokk. Vøru-
úrvalið verður soleiðis fábroytt og annaðhvørt djúpt ella grunt. Av-
greiðsluhátturin er eina mest sjálvval og skivuskipan.
Aðrir serhandlar eru, ið selja eyðkenda drúgva nýtsluvøru. Tá er vøru-
keypið, nevnt umráðingarkeyp, javnan grundað á umhugsni og saman-
burð við aðrar líkar vørur. Tílík vøra er til dømis bilar, hvítvørur, gólv-
búni og annar húsbúni.
Sølubúð
Sølubúðir, bæði stórar og smáar, eru spjaddar kring landið. Vøru-
úrvalið er sum oftast avmarkað, grunt í summum vøruflokkum og
djúpt í øðrum. Eyðkend vøra er góðgæti, tubbaksvøra, dagbløð, viku-
bløð og tíðarrit. Avgreiðslan er ymisk, men skivuskipanin er vanlig í
smáum sølubúðum. Í teimum stóru sølubúðunum er javnan at síggja
eina samanrenning av skivu, sjálvvali og sjálvtøku.
Vørugrundarlagið var upprunaliga at selja brennievni og annars tað,
sum bilinum tørvaði, men seinasta mansaldurin ella so eru munandi
broytingar farnar fram. Nýggjar og stórar støðir eru komnar hesa tíðina.
Vøruúrvalið og søluvíddin er víðkað munandi, og fleiri teirra selja
mest sum alla vanliga gerandisvøru, umframt kioskvøru. Tær allar-
flestu sølubúðirnar hava opið langt út á kvøldið. Nú eru upplatingar-
tíðirnar nógv lagaligari enn fyrr, og fleiri matvøruhandlar hava eisini
opið langt út á kvøldið.
Fyritøkan Effo hevur til dømis 14 støðir kring landið og Magn 10.
Bæði Effo og Magn, fyrr ávikavist Statoil og Shell, verða skrásettar
sum veruligar ketur. Nakrar fáar støðir eru enn á privatum hondum.
Trý útlendsk stórvirki
Donsku stórvirkini Dansk Supermarked og FDB hava hvør sína
lágprísketu. FDB eigur sum nevnt lágprísketuna Fakta, og Dansk
Supermarked eigur Netto. Aldi er ein onnur stór lágprísketa av týskum
uppruna.
Tann fyrsti Aldi lágpríshandilin í Danmørk lat upp í november 1977,
og tað var eisini tann fyrsti lágpríshandilin á danskari grund. Handils-
ketan er umboðað í 18 londum, og fleiri enn 200 Aldi handlar eru í
Danmørk. Tað skerst ikki burtur, at eitt rættiligt nýbrot var í handils-
vinnuni og á handilshillunum, tá ið lágpríshandilin Aldi lat dyrnar
upp á fyrsta sinni. Brøðurnir Albrecht vóru tveireinir og undangongu-
menninir, ið stovnaðu Aldi. Teir byrjaðu virksemi sítt í Týsklandi
longu í 1949.
1...,191,192,193,194,195,196,197,198,199,200 202,203,204,205,206,207,208,209,210,211,...286
Powered by FlippingBook