Marknaðarlæra - page 191

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
191
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handilslega
Handilslegan er har, ið handilin stendur. Tað kann vera í miðbýi,
miðstøð, útjaðara ella aðrastaðni. Handilslegan verður í nógvum
handilsgreinum, sum handla beinleiðis við brúkara, mett sum
kappingarráð, ið munar. Legan hevur sostatt rættiliga stóran týdning
bæði í smásølum og øðrum tænastuvinnum.
Havnin fyrimynd
Verður Havnin brúkt sum fyrimynd, sæst, at nærum allir serhandlar
annaðhvørt eru í SMS ella í miðbýnum. Tað er ikki ógrundað, tí nógv
ferðsla er har, og nógv fólk kemur hagar av bygd og úr bý. Illa er
hugsandi, at til dømis bókasøla, skóbúð ella ursøla húsast í útjaðara, á
Argjum, ella á Ternuryggi.
Eisini matvøruhandlar eru í miðbýnum og SMS. Ræður um drúgva
nýtsluvøru, til dømis bilar, innbúgv og hvítvørur, eru umstøðurnar
heldur øðrvísi. Tílík vøra rúgvar nógv, og handlarnir húsast tí ofta í
útjaðara. Har eru umstøðurnar sum oftast rúmsáttar, og húsaleigan
bíligari enn til dømis í miðbýnum. Harumframt er mangan torført at
fáa innivist, og trongligt er í miðstaðarøkinum.
Tað er til dømis lutfalsliga stór íløga fyri tann einstaka ella húskið
at keypa bil, innbúgv ella aðra drúgva nýtsluvøru. Ein møguligur
keypari kannar tí eftir, hvørjir keypsmøguleikar eru sum heild. Fyri
viðskiftafólk hevur handilslegan tí minni at týða í slíkum handils-
greinum.
Virki, heilsølur og smásølur
Virki og heilsølur leggja ikki sama týdningin í handilsleguna sum
smásølur. Teirra viðskiftafólk kunnu vera spjadd víða, og tað hevur
tí minni at siga, hvar virki stendur. Heilsølan hugsar um húsarúmd,
lagaliga húsaleigu og góðar flutningsmøguleikar. Fiskavirki til dømis
seta seg har, ið lætt er at fáa fatur í fiski, orku og arbeiðsmegi.
Handilslega í smásølu
• Bústaðarskipað
• Miðstøðarskipað
• Parkeringarskipað
• Miðbýarskipað
• Ferðsluskipað
Sum skilst er munur á virksemi í virkjum og heilsølum og so smá-
sølum, og tað sæst eisini aftur í handilsleguni. Vanliga verður í smá-
sølu skilt ímillum 5 ymiskar skipanir.
1...,181,182,183,184,185,186,187,188,189,190 192,193,194,195,196,197,198,199,200,201,...286
Powered by FlippingBook