Marknaðartillaging
Place (P. 3)
197
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Onnur sjálvboðin keta er, at sjálvstøðugir handlar eiga og reka sjálvir
keypssamtak. Samtakið keypir til allar handlarnar í ketuni. Tílíkar
ketur eru vanligar í Danmark, og nógvar føroyskar smásølur eiga part
í hesum samtøkum. Skoringen, Vero Moda, Idé-møblar, Expert og
Profa eru dømi um slíka skipan.
Franchise-keta
Rættiliga nýggj handilsskipan nevnd Franchising hevur tikið seg
nógv fram seinastu árini. Handil, ið tekur undir við skipanini, verður
partur av einari størri handilsketu, einari franchise-ketu. Virk-
semið er grundað á samstarv millum franchise-veitara (franchisor) og
franchise-takara (franchisee).
Tað er franchise-veitarin, ið er upphavið til hugskotið. Veitarin, ið
eigur konseptið ella leistin hevur so við og við ment eitt burðardygt
handilsgrundarlag, sum hann letur ella leigar franchise-takara, ið so-
leiðis fær rætt til at brúka konseptið í sínum virksemi.
Vanliga ábyrgdarbýtið í hesum sáttmálabundna samstarvi er, at
veitarin hevur evstu ábyrgdina av marknaðarføringini og menningini
í ketuni. Franchise-takarin fær sum oftast einarætt at virka á ávísum
marknaðarøki.
Franchise-takarin rindar eina ávísa upphædd fyri rættin til at brúka
konseptið og soleiðis navn og merki veitarans og skal umframt gjalda
eitt ávíst nýtslugjald (royalty) á hvørjum ári. Nýtslugjaldið er treytað
av søluni ella avlopinum í virkinum.
Tá franchise-takari tekur við konseptinum, verður gjørdur sáttmali
millum partarnar, ið greitt tilskilar tey krøv, ið franchise-veitarin setir
franchise-takaranum. Tílíkt samstarv gerst alsamt vanligari á okkara
leiðum. HTH, Flügger og Body Shop eru dømi um slík samtøk. Eitt
nýtt stjørnuskot í hesari handilsskipan er
Tiger
av donskum uppruna.
Amerikonsku virkjateggjurnar McDonalds, Burger King, Block-
buster og 7-eleven eru væl kendar um allan heim. Sum í flest øðrum
skipanum eru vansar og fyrimunir.
Vit nevna nakrar fyrimunir: Avmarkað krøv til stovnsfæið, væl kend
handilsketa, tilknýti til handilsketuna hevur við sær stórrakstrar-
fyrimunir. Vit draga fram nakrar vansar: Skert sjálvræði, nýtslugjald,
kapping frá øðrum slíkum ketum.
Neyðugt er at viðmerkja, at handilsgrundarlagið og eigaraskarin
er skiftandi, eins og handilsskipanir og handilsketur støðugt verða
broyttar bæði í tali og vavi og mugu tí laga seg eftir broyttum mark-
naðartreytum.