Marknaðarlæra - page 196

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
196
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Føroya Keypssamtøka er verulig handilsketa. Tað áhugaverda í hesum
samtaki er, at limirnir í keypssamtøkuni eiga FK. Limirnir kring
landið velja umboð í eina stjórn. Samtøkan hevur 7 deildir spjaddar
kring landið og er ein tann størsti felagsskapurin í handilsgreinini, ið
selur gerandisvøru.
FK samstarvar við Fællesforeningen for Danmarks Brugsforeninger,
stytt til FDB. Felagsskapurin er millum størstu av sínum slag á danska
marknaðinum. Lágpríshandlarnir Fakta eru við í virkjateggjuni, og
vøruhúsini OBS eru tey stóru.
Brúkarastubbi úr FK blaðnum
Í seinasta blaði nevndu vit, at norðurlendsku samtøkurnar vóru lagdar
saman. KFL í Svøríki, NKL í Noregi og FDB í Danmark. Navnið á
nýstovnaðu samtøkuni er Coop Norden. Hetta er so sanniliga ein handils-
risi, ið munar, við 4,9 mió. limum. Áleið 3000 handlar eru í samtakinum, ið
selur fyri umleið 80 miljardir danskar krónur um árið. Sum limur í FDB fáa
vit eisini ágóðan av hesum samstarvi.
Aðrar danskar handilsketur, ið samstarva við FDB, eru Kvickly
(uml. 75 handlar), Super Brugsen (uml. 310 handlar), Daglig Brugsen
(uml. 265 handlar) og so Lokal Brugsen (uml. 200 handlar). Við-
merking er, at Daglig Brugsen og Kvickly eru sjálvbodnar ketur í FDB
samtakinum.
Annað danskt stórvirki er Dansk Supermarked, ið eigur og rekur
Bilka, Føtex, A–Z og Tøj & Sko. Teirra lágpríshandil, ið selur
gerandisvøru, er tann væl kendi Netto. Aðrar veruligar handilsketur á
danska marknaðinum eru til dømis Aldi og H&M, Fona og Matas.
Sjálvboðin keta
Viðurskiftini eru øðrvísi, tá ið ketan er sjálvboðin, tí tá fara handlarnir
sjálvbodnir í ketuna. Tílíkt ketusamtak verður soleiðis samstarv
millum handlar, ið ráða sær sjálvum. Ofta og títt samstarva handlarnir
við eina heilsølu, ið skipar fyri ogbíleggur vørur til einstøkuhandlarnar.
Afturfyri ráðgevur og stuðlar heilsølan smásølunum á ymiskan hátt.
Eyðkendar uppgávur, ið heilsølan vanliga átekur sær, er at leiðbeina
um innrætting, skipa fyri marknaðartiltøkum, gera prísskelti, lýsinga-
bløð og annað sølufremjandi tilfar. Samkeyp er tílík sjálvboðin
keta við fleiri handlum kring landið. Tað er heilsølan p/f Poul
Hansen, ið ráðgevur og bíleggur vøru til handlarnar í Samkeyp. P/f
Poul Michelsen er ein onnur stór heilsøla, ið selur um alt landið.
1...,186,187,188,189,190,191,192,193,194,195 197,198,199,200,201,202,203,204,205,206,...286
Powered by FlippingBook