Marknaðartillaging
Place (P. 3)
195
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Handilsketur og ketusamstarv
Sannroynd er, at kappingin í flest øllum handilsgreinum herðist í
hvørjum, og nógvir handlar skipa seg í handilsketu fyri at standa
stinnari í kappingini.
Ketusamtøkini eru heilt vanlig í smásøluliðinum, men eru eisini í
øðrum vinnugreinum til dømis hotel- og matstovuvirksemi. Handils-
keturnar kunnu fyri tað mesta verða eyðkendar við vinnugrein, enda-
máli og ognarviðurskiftum.
Handilsketa er, tá ið smásølur ofta í somu handilsgrein samstarva á
ymiskum økjum á ymiskan hátt.
Samstarvið í ketunum kann verða grundað á, at handlarnir keypa og
marknaðarføra vørur sínar í felag ella fáa felags fíggjarliga ráðgeving.
Vanligt er í handilshúsum og handilsmiðstøðum, at handlarnir, hóast
teir ikki eru í ketusamstarvi, eru saman um at marknaðarføra vørur
sínar. Teir skipa til dømis fyri framsýningum, ymiskum tiltøkum og
undirhaldi. Lýsingaherferðir í fjølmiðlum umframt onnur átøk kunna
og ávirka viðskiftafjøldina um tilboð og úrval.
Lýsingatiltøkini, eitt nú frá sølumiðstøðini SMS og handilsketunum
Samkeyp og FK, eru dømi um felags marknaðarátøk. Handilsketurnar
eru nógvar og ógvuliga fjølbroyttar. Tá ið av tornar, er endamálið í
øllum slíkum samstarvi og felags tiltøkum at gera vart við seg,
menna kappingarførið og fáa fólk at keypa. Tríggjar handilsketur við
ymiskum fortreytum skulu verða umrøddar.
Handilsketur
• Verulig keta
• Sjálvboðin keta
• Franchise keta
Verulig keta
Eigaraviðurskiftini í veruligari ketu eru soleiðis háttað, at eigararnir,
fólk ella felag, ráða fyri øllum týðandi viðurskiftum í ketuni.
Handlarnir eru skipaðir við einari høvuðsfyrisiting, har allar dagligar
avgerðir verða tiknar.
Einstøku handlarnir í ketuni hava leiðara, ið rekur handilin og stendur
til svars fyri dagliga rakstrinum. Fyrisitingin hevur eftirlit við virk-
seminum, ger av hvørji stig skulu takast og setur út í kortið. Fyri-
sitingin viðger eisini uppkøst til broytt virksemi, um virksemið skal
mennast ella skerjast, og hvussu tað skal verða framt.