Marknaðartillaging
Place (P. 3)
198
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Farnu árini hava vit sæð fleiri smáar bygdahandlar lata aftur. Um
somu tíð hava stórhandlar og samtøk, til dømis Bónus, Inn og PE so
við og við fingið fótin fyri seg, har sum fólkavøkstur og keypsorka
eru í menning. Einki nýtt undir sólini, tá ið sagt verður, at avleiðingar
standast av broytingum.
Vørustreymsamskipan ella logistikkur
Vørustreymurin umrøddur í stuttum kann greiða meira frá vøru-
skiftinum í vinnuni. Sum orðið er sett saman, sipar tað til, hvussu
streymurin av vørum er, ella helst eigur at verða samskipaður á
skilagóðan hátt.
Orðini vørustreymskipan og logistikkur hava somu merking. Hug-
takið er upprunaliga hermálsligt og sipar til viðurskifti, ið skulu
tryggja, at neyðug herútgerð er tøk, tá ið á stendur. Logistikkur merkir
í øðrum samanhangi, hvussu vørustreymurin skal verða samskipaður
úr ráevnisgrevstri fram til evsta brúkara.
Tilvitið um umhvørvið mennist, og tí er hugtakið logistikkur víðkað.
Ískoytið er viðvíkjandi endurnýtslu og at beina burtur gamlar vørur og
úrdráttir. Grundhugsanin er, at einstaka virkið er liður í ketu, ið hevur
ábyrgdina av vøruni “úr vøggu í grøv”.
Tað, sum virkið ger, ræður nógv fyri, hvussu virkið samskipar virk-
semið. Viðurskifti, ið eru týðandi í einum virki, kunnu hava minni at
týða í øðrum virkjum. Hóast virkini hava nógv í felag, eitt nú at keypa
og selja, er munur á framferðarhátti ávikavist í framleiðsluvirkjum,
tænastuvirkjum og heilsølum og smásølum.
Myndin vísir framleiðsluvirki, og skal havast í huga, at tað er sølu-
virksemið, ið elvir til framleiðslu og keyp. Eingin framleiðsla er til
dømis í heilsølum, smásølum og øðrum handilsvirkjum, og tá dettur
tann parturin, sum vera man, burtur í myndini.
Logistikkur er at stýra vørustreyminum frá tilfarsveitarum fram til evsta
brúkara, og at beina burtur og endurnýggja gamlar vørur og úrdráttir.
Logistikkur í virki, ið virkar ítøkiliga vøru
Tilfarsfyrisiting
Tilfarsstýring
Keyp
Framleiðslustýring
Framleiðsla
Útbreiðslustýring
Søla
Latari
Flutningur
Flutningur
Kundar
Tilfar
Tilgongdir
Liðug
vøra
• Logistikkur er at stýra og at samskipa vørustreymin í deildunum.