Marknaðarlæra - page 208

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
208
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Sølulýsingar
Lýsingaátøk í handilsvinnuni hava í fyrra lagi til endamáls at økja
eftirspurningin og menna marknaðarstøðuna og á tann hátt styrkja
fíggjarstøðuna. Sølulýsingin kann í øðrum lagi gera tað lættari hjá
brúkarum at velja ta vøru og tænastu, ið frægast hóva teirra tørvi og
endamáli. Fyri keypara er ávíst fyrilit kortini neyðugt, tí at lýsingarnar
eru minni enn so altíð álítandi og greiðar í sínum boðskapið.
Ósemja valdar, um sølulýsingar gagna brúkarum. Tey, ið tala ímóti,
siga til dømis, at sølulýsingar bara tæna tí endamáli at selja sum
best og soleiðis vinna sum mest. Tey vilja eisini vera við, at lýsingar
dýrka vørurnar óneyðugt, tí at lýsingakostnaðurin verður lagdur oman
á vøruprísin.
Tey, ið tala fyri reklamu, siga afturímóti, at einki skeivt er í at vinna
pening, og at sølulýsingar gagna vinnulívinum eitt nú til nýíløgur og
nýggj arbeiðspláss. Hesi fólk vísa aftur, at sølulýsingar hava við sær
hægri prís. Tey vilja vera við, at lýsingar heldur økja eftirspurningin.
Tað hevur so aftur við sær, at vøra verður gjørd í størri nøgdum, tað
lækkar eindarprísin, og vøran verður bíligari at keypa. Eitt áhaldandi
og áhugavert kjak um sjónarmið og egin áhugamál.
Samanumtikið kann verða sagt, at tann, ið sendir lýsingarboðskapin,
roynir sum mest og best at ávirka móttakaran. Grundarlagið í flestum
slíkum tiltøkum kann fara í tríggjar partar. (1) Tann rætti boðskapurin:
At kunna móttakaran um týðandi eginleikar við vøruni ella virkinum.
(2) Tað rætta skapið: At koma fram til hóskandi samansetingar av
myndum og teksti, ljóði og rørslum lagað til miðilin. (3) Tann rætti
miðilin: At finna fram til hóskandi lýsingamiðlar, ið málflokkurin
lesur og sær.
Beinleiðis og óbeinleiðis reklama ella lýsing
Reklama verður eisini umrødd sum beinleiðis og óbeinleiðis. Við-
merking er, at av og á er torført at síggja munin, tí at markið er flótandi.
Beinleiðis reklama er, at sølutilfar og annað viðkomandi tilfar verður
sent beinleiðis til teirra, ið handilin ætlar at ávirka.
Hesi fólk eru ofta úrvald og navngivin. Tilfarið, ið sent verður, er til
dømis sølubrøv, vøruroyndir og vøruskráir, faldarar, príslistar og aðrir
prentlutir.
Beinleiðis reklama er løtt at hava eftirlit við. Virkið ella fyritøkan veit
um móttakaran, og framkomnar teldur hava gjørt tað nógv lættari at
samskipa lýsingaátøkini og at skráseta aftursvarini. Tilskilast skal, at
sølulýsingar á heimasíðum verða roknaðar sum beinleiðis reklama.
1...,198,199,200,201,202,203,204,205,206,207 209,210,211,212,213,214,215,216,217,218,...286
Powered by FlippingBook