Marknaðarlæra - page 199

Marknaðartillaging
Place (P. 3)
199
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Smásølueyðkenni
Handil ella smásøla er, sum kunnugt, seinasti liður í vøruskiftinum,
og meginparturin av øllum tí, sum endaligi brúkarin spyr eftir og
hevur brúk fyri, verður keypt í hesum handlum. Vanligt er at flokka
smásølurnar eftir hesum eyðkennum:
Smásøla verður sum oftast eyðkend við vøruslagi, vøruúrvali, søluvídd,
avgreiðsluhátti og handilslegu.
Umrøtt er, at vøruúrvalið kann vera fábroytt ella fjølbroytt, grunt ella
djúpt. Tað hevur verið frammi, at á nýtaramarknaðinum verða vøru-
sløgini sum oftast skift sundur í gerandisvøru og úrvalsvøru, alt eftir
vørunýtsluni og vøruslagnum eisini nevndar ódrúgvar og drúgvar
nýtsluvørur.
Vanligt er, at søluøkið ásetir støddina á handlinum. Handlarnir á
okkara leiðum eru ógvuliga ymiskir til støddar. Størstu smásølurnar
kunnu tátta í einar 1000 fermetrar og reiðiliga tað, og tær smæstu
til dømis heilt lítlar sølubúðir eru bara einar 10-20 fermetrar. Eisini
aðrastaðni eru handlarnir ógvuliga ymiskir í stødd og vavi og ikki
bara 1000 fermetrar, men fleiri ferðir tað.
Handlar í Føroyum
• Keypmaður
• Miðalhandil
• Stórhandil
• Serhandil
• Sølubúð
Broytingartíð
Stórhandlar og aðrir sjálvtøkuhandlar umframt serhandlar tóku seg
fram av álvara í sjeytiárunum. SMS læt upp í 1977, og tað boðaði frá
einari nýggjari tíð. Summi fegnaðust um tiltakið, onnur ikki. Flest øll
munnu kortini vera samd um, at SMS breyt upp úr nýggjum og setti
kapping og fjølbroytta tænastu á breddan.
Undan hesari broytingartíð, var handilin eitt støðugt og mangan
álítandi ýti í huga føroyinga, keypmaður ella handilsmaður í bygd ella
bý. Nýggja tíðin hevði við sær fleiri ýti at velja í og taka til.
Tey fyrstu árini eftir seinna kríggj vóru peningaliga góð ár í Før-
oyum, men hetta broyttist skjótt. Serstakliga fimtiárini og nakað fram
í sekstiárini vóru í mangar mátar soltin hjá vanliga føroyinginum, og
lítið var til av peningi. Avmarkaða keypsorkan setti sín dám á handlar
og handilslív. Tað, sum fekst til keyps í bygdahandlunum, var eina
mest neyðsynjarvøra til húshald og arbeiðslív.
1...,189,190,191,192,193,194,195,196,197,198 200,201,202,203,204,205,206,207,208,209,...286
Powered by FlippingBook