Marknaðarlæra - page 207

Marknaðartileggjan
Promotion (P. 4)
207
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Promotion
Frammanfyri hava vit røtt um, at nýtt spjaldur er sett á kappingar-
ráðini. Á spjaldrinum standa “Tey 4 P-ini”. Tey fyrstu 3 P-ini, Product,
Price og Place eru umrødd og umboða vøruráðini. Men eftir stendur
fjórða hugtakið “Promotion”, ið umboðar søluráðini og merkir at
stuðla, virka fyri ella at fremja eitthvørt. Tað kundi í hesum sambandi
verið skilgreina soleiðis:
Promotions eru tiltøk, ið virki setur í verk, fyri at ávirka málflokkin, hugburð
og atferð hansara og soleiðis fáa hann at taka undir við virki og vørum.
Skal tað bera til at fáa ein boðskap fram til málflokkin á skilagóðan
hátt, er neyðugt at samskifta við marknaðin, annaðhvørt persónliga við
avgreiðslufólk, seljarar og onnur ella ópersónliga umvegis miðlarnar.
Endamálið er, sum allýsingin tilskilar, at fáa málflokkin at taka undir
við virki og vørum tess.
Virki eigur væl og virðiliga at samskipa samskiftið og laga boðskapin
til móttakaran. Umráðandi er at vita um týðandi brúkaraviðurskifti,
ið gera av keypsgrundirnar. Marknaðarkanning kann útvega kunning
og vitan um málflokkin til dømis um tørv, vanar, hugburð og atferð.
• Sendari og boðskapur • Miðil og kunning • Móttakari og boðskapur
Reklama ella lýsing
Allan sólarringin verður brúkarin díktur undir við alskins vøru-
tilboðum og tænastum, ið gera lívið lættari. Tú kanst gerast klænri og
klókari, vakrari og prúðari. Alt ber til, einki er óført, og eingi mørk
tykjast at vera í tølandi lýsingaheiminum. Varhugi er av, at lýsinga-
ídnaðurin dugir meira enn at mata seg, veit um nógvar snildir og
brúkar tær í síni áeggjan.
Orðið reklama stavar frá latínska orðinum “reclamare”, ið merkir at
rópa áhaldandi ella upp í saman. Eru vit úti í heimi, so kennast vit
við rópini á grønmetistorgum frá gøtuseljarum og øðrum líknandi.
Reklama verður allýst á ymiskan hátt. Ein lýsing er henda:
Reklama er samskipað persónleyst samskifti við marknaðin, ið virkini
rinda fyri, er ætlað til at ávirka málflokkin, fáa hann at taka undir við vørum
og tænastum og elva til, at meira verður keypt.
Allýsingin tilskilar, at reklama er samskipað persónleyst samskifti.
Tað er at siga, at lýsingatiltak er umhugsað ætlan, og at boðskapurin
er ætlaður ávísum endamáli. At samskiftið er persónleyst, merkir, at
sambandið millum sendara og móttakara er ópersónligt.
1...,197,198,199,200,201,202,203,204,205,206 208,209,210,211,212,213,214,215,216,217,...286
Powered by FlippingBook