Marknaðartillaging
Place (P. 3)
194
Marknaðarlæra • Søla og tænasta
Beinleiðis skifti
Virki
Brúkari
Óbeinleiðis skifti er, tá ið ein ella fleiri handilsliðir eru millumgongd
í skiftinum. Virki selur heilsølu vøru, og heilsølan selur síðani smá-
sølum vøruna. Seinasta skiftið er, at fólk keypa tað, teimum tørvar í
smásølunum. Skipanin er heilt vanlig í smáum handlum, mestsum í
øllum handilsgreinum. Smásølur, sum til dømis handla við húshalds-
vøru, skrivstovulutum og smálutum, keypa javnan frá heilsølum.
Óbeinleiðis skifti
Virki
Brúkari
Heilsøla
Smásøla
Hóskandi skiftisrøð
Tað er lítil ivi um, at fleiri handilsliðir kunnu gera vøruna dýrari. Men
fyri nógv virki er hóast alt lættari og høgligari at lata heilsølu og smá-
sølu røkja skiftið fram til brúkaran. Hesi handilsvirkini hava bæði
vitan og førleika at røkja skiftið, og virkið kann á tann hátt savna seg
um at framleiða vørurnar.
Virki kann tó selja vøru beinleiðis til smásølu. Soleiðis er ofta, tá ið
til dømis stórar smásølur, stórhandlar, stórmarknaðir og handilsketur
keypa í stórum nøgdum. Virkini sleppa av við størri nøgdir í senn, og
handlarnir fáa munandi avsláttur.
Spurningar at seta sær
• Er smásølan sinnað at umboða og selja vøruna?
• Í hvørjum smásølum væntar málflokkurin, at vøran fæst?
• Er smásølan før fyri at veita ta tænastu, ið kravd verður?
• Hóskar vøra til vøruúrvalið í smásøluni?
• Er smásølan før fyri at selja nóg nógv av vøruni?
Tað er umráðandi, at virki kjósar sær hóskandi millumgongd ella skif-
tisrøð, ið kann gera sítt til at fremja søluna. Virki eigur tí at hugsa
gjølla um sølupolitikkin, hvør heilsøla ella smásøla skal umboða og
selja vøruna - við øðrum orðum sagt: Hvør er, og hvat ger smásølan?